B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

KÍ 0:3 B36
Dystur
21
á Djúpumýri, Klaksvík
0 : 3
B36
14-09-2011 17:30
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  08 • Atli Danielsen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  5" 1  22 • Klæmint Matras
  20" 1  09 • Jákup á Borg
  57" 1  09 • Jákup á Borg
  61" 1  09 • Jákup á Borg
  74" 1  08 • Atli Danielsen
  74" 1  14 • Heini í Skorini
  85" 1  07 • Súni Olsen
  85" 1  07 • Súni Olsen

Vit halda stílinum

 

B36 var betra liðið frá fyrsta til seinasta bríksl, tá vit í dag vunnu 3-0 í bæði málum og stigum í Klaksvík

 

Tað var skjótt greitt, at frálíka undirlagið, sum nú er lagt á vøllin í Klaksvík, ikki var nakar serliga heimavallarfyrimunur hjá KÍ í kvøld.

Í mun til svarta gummi’ið, sum ofta hevur darvað fótbóltsspælinum við Djúpumýru seinnu árini, so ber væl til at spæla bæði skjótt og væl á nýggja vøllinum, og tað var júst tað, sum okkara menn gjørdu.

Fyrsta korterið var talan um eitt langt B36-álop, men talan gjørdist tó bert um tann eina upplagda møgugleikan, sum ein annars stórspælandi Róaldur Jakobsen smekkaði upp um málið. Men best sum KÍ tóktist at hava fóta sær eitt lítið sindur, langaðu okkara til.

KÍ-verjan var alt annað enn vakin, tá Súni var kvikur at taka eitt fríspark inn um verjuna, og so smekkaði Jákup bóltin í netið til 1-0.

Fleiri mál komu ikki fyri steðgin, hóast bæði Róaldur og Súni vóru sera nær við, men tað stóð greitt, at heimamenninir vóru meira enn hálvgum moyrir av góða og kvika spælinum hjá okkara monnum.

Eftir steðgin var gongdin eisini tann sama. Okkara menn hildu á við ágangandi spælinum, og alt meira moyru vertirnir byrjaðu at koma alt seinni í tacklingarnar. Somikið seint, at dómarin væl kundi givið fleiri kort enn tey hóast alt hampuliga mongu, sum vórðu givin.

Og eftir 12 minuttum punkteraði spenningurin heilt. Lukasz tamdi framúr væl og streyk avstað, tá Høgni spældi flatt inn móti miðásini, og so hevði KÍ-verjan ikki annan útveg enn at fella álopsessið hjá okkum. Jákup á Borg varð hesaferð settur at skjóta, og hann langaði bóltin í netið.

Nakað seinni varð Súni snýttur fyri mest upplagda brotssparkið hesumegin aldarskiftið, men hann slapp kortini á talvuna móti dystarenda, tá Róaldur spældi Súna leysan.

Undan hesum hevði KÍ havt sína bestu løtu í dystinum, har teir eina løtu royndu at trýsta. Meinhardt mátti ta einu ferðina eisini gera sína fyrstu bjarging í tveir dystir, men heldur ikki hetta skapti nakrar trupulleikar fyri okkum.

Trý mál og trý sera týðandi stig í framvegis tætta oddastríðnum vórðu aftur veruleiki. Sunnudagin gongur leiðin til Svangaskarð. Og sjálvandi verður floksmannaliðið eins væl mannað og eins ljódligt, sum tað var tað í dag.

 

KÍ-B36 0-3 (0-1)

0-1: Jákup á Borg, 20.

0-2: Jákup á Borg (br.), 57.

0-3: Súni Olsen, 85.

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Súni Olsen (Kenneth Jacobsen), Klæmint Matras, Atli Danielsen (Heini í Skorini), Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg (Ingi Højsted), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan