B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 3:0 ÍF
Dystur
20
Gundadalur
B36 3 : 0
ÍF
11-09-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 08 • Atli Danielsen 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 25"    
 14 • Heini í Skorini 1 68"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 71"    
 09 • Jákup á Borg 1 76"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 76"    
 07 • Súni Olsen 1 76"    
 07 • Súni Olsen 1 89"    

 

ÍF hevði ongan kjans!

 

Okkara menn spældu seg sjáldan heilt út, men talan varð kortini um tryggan sigur, tá vit í dag vunnu 3-0 móti ÍF

 

Hóast vit eru oddalið, og ÍF í løtuni er undir niðurflytingarstrikuni, so vóru flestu okkara ikki heilt álvulig undan dystinum í dag. Tvær ferðir áður hevur ÍF spælt javnt móti okkara í ár, men hesa ferð var eingin ivi um, hvat var betra liðið.

Ikki tí. Í dýrdarveðrinum í Gundadali kom ferðin sjáldan upp á tað, sum okkara menn megna, men kortini var tað so langt ífrá, at gestirnir høvdu nakran møguleika yvirhøvur.

Fyrri hálvleikur var fyri tað nógva linligur. Heini í Skorini og Róaldur Jakobsen høvdu tó hvør sín góða møguleika, áðrenn Símun Joensen við kanska vakrasta málinum í ár kundi stúta okkum framum. Símun byrjaði sjálvur álopi í vinstra borði, har hann spældi 1-2, áðrenn hann sendi til Lukasz. Lukasz spældi djúpt í høgru til Jákup, og tá bólturin so kom innfyri, drønstútaði Símun leiðslumálið inn.

Eftir steðgin var spælið hjá okkum ikki serliga sannførandi eina løtu. ÍF hevði onkrar vandastøður, men veruligar møguleikar fingu teir tó ikki. Og brádliga kundu vit ístaðin skjóta okkum upp á 2-0. Flestu mótstøðuliðið hava lært, at Jonas skal dekkast upp, tá B36 eigur horna, men tað vistu fuglfirðingar eftir øllum at døma ikki. Í øllum førum kundi Jonas bæði temja og lata bóltin hoppa, áðrenn hann við vinstra beini sendi í handara síðunet. Og tá Jovevic nakað seinni var so beinasamur at hjálpa okkum upp á 3-0, var leyst og liðugt. Var ÍF tannleyst undan hesum, so vóru teir púrasta fyri ongum seinastu 20 minuttirnar. Okkara høvdu fleiri góðar møguleikar, men Jákup Mikkelsen hevði tíverri eins nógvar góðan bjargingar, ella eisini var seinasta sendingin ikki nóg neyv.

Men tað munaði sum so einki. Trý trygg stig afturat vórðu sett á kontina, og so er bara longu nú at fyrireika seg miðvikuna, tá vit leggja leiðina til Klaksvíkar, har trý nýggj stig standa upp á spæl.

 

B36-ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Símun Joensen

2-0: Jonas Flindt Rasmussen

3-0: sjálvmál

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Róaldur Jakobsen (Súni Olsen), Atli Danielsen, Klæmint Matrasn Heini í Skorini (Ingi Højsted)– Jákup á Borg (Kenneth Jacobsen), Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

  

AB - B36

Sunnudagin 25/08 - kl. 17:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl. 11:00

  -----------------

U21

NSÍ - B36

Mánadagin 26/08 - kl. 19:30

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl. 20:00

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, AB-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan