B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Víkingur 0:2 B36
Dystur
19
Sarpugerði, Norðagøta
Víkingur 0 : 2
B36
26-08-2011 18:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  27" 1  14 • Heini í Skorini
  59" 1  14 • Heini í Skorini
  64" 1  08 • Atli Danielsen
  64" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  77" 1  14 • Heini í Skorini
  88" 1  09 • Jákup á Borg

Hertóku víkingaborgina

 

 

Toppdysturin gjørdist júst so intensur, sum roknast kundi við. Men tá Rúni Gaardbo bríkslaði fyri seinastu ferð á degnum stóðu okkara menn enn reystir

 

 

Talan varð um satt brak í Sarpugerði í dag. Sjáldan munnu bilarnir og bussarnir hava verið eins nógvir í Gøtu, sum teir vóru, tá klokkan stundaði til 18, og tá bæði hoyrdist á sást á øllum brøgdum, at hetta var stóra toppuppgerðin á árinum. Kravið var eitt satt mannfólkaavrik frá okkara monnum, og tað fingu vit eisini.

Víkingur hevði sjálvandi heimavøll, og hóast Floksmenn og Tikarar frá byrjan gjørdu sítt til at køva ljósabláu Ultras, so vóru tað vertirnir, sum vóru teir grammaru frá byrjan. Teir royndu at leggja eitt høgt trýst á okkum, eins og NSÍ gjørdi tað seinast, men hóast okkara ikki vóru heilt álvuligir við hetta, so var munurin, at hvíti herurin var til reiðar at standa móti trýstinum hesaferð.

Tí gjørdist talan ikki um nakrar veruliga møguleikar, og spakuliga byrjaði miðvøllurin hjá okkum at fáa betur tak um dystin. Og um miðjan hálvleikin kom støðan, sum sendi okkum øll móti sjeynda og hvítasta himni. Jákup fangaði Víkingaverjuna, tá teir ikki vóru nóg neyvir, og brádliga varð Heini spældur púrasta blankur. Og einsamallur móti Geza Turi var Heini ísakaldur.

Seinastu løtuna undan steðginum høvdu vit hug at lata yvirvágina frá okkum, og stóran part av seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Okkara dúvaðu upp á kontra, men tað gjørdist ov sjáldan veruliga vandamikið, og ístaðin vórðu áskoðararnir veruliga hildnir á pínubeinkinum. Víkingarnar gjørdust grammari og grammari, og tá Rúni Gaardbo brádliga bríkslaði fyri brotssparki, tá hann metti Jonas hava tikið beini undan Finni Justinussen, tagnaðu røddir okkara. Men tað vardi tó bert eina lítla løtu. Sam Jacobsen sendi nevnliga í besta Elkjær-stíli bóltin upp um málið, og spurningurin er væl, um Meinhardt ikki hevði tikið tað kortini :)

Men hetta køvdi á ongan hátt Víkingarnar. Onkra einstaka ferð skaptu vit vandastøður í kontraspælinum, men framvegis sótu vertirnir á tí nógvar. Men tá Finnur Justinussen sendi dygst fram við stólpanum, tá hann gjørdist leysur, lá tað líkasum í luftini, at hetta skuldi verða okkara dagur. Í aðrar mátar gav støðuga trýstið eitt hav av innleggum í okkara brotsteig, men sum ikki einaferð var Jonas kongurin í luftspælinum, og so kundi tað annars gera tað sama, hvar og hvussu lagt varð innfyri.

Og so endaði tað, sum tað so ofta ger í slíkum førum. Víkingarnir trýstu alt meira, og tað gav pláss til kontraspælið. Brádliga fekk Súni sent Lukasz avstað í vinstru. Atli Gregersen megnaði als ikki at fylgja við, og tá Mahmud gjørdist ov stuttur til flata innleggið, hevði Ingi neyðugu orkuna at renna seinastu metrarnar, áðrenn bólturin varð smekkaður í kassan. 2-0 til okkum, og stór frøi í mest sum hvíta Víkingaskýlinum. Ein fantastiska týðandi sigur í tí, sum líkist higartil týdningarmesta dystinum á árinum. Fýra stig eru nú niður til argastu kappingarneytarnar, og vit standa nú við sera góðum kortum á hondini undan seinastu átta umførunum. Næsti dysturin er tó akkurát líka týdningarmikil, sum hesin var tað, og vónandi eru bæði áskoðarar og spælarar eins tendraðir til ta tíð, sum tey vóru tað hesaferð.

 

Víkingur-B36 0-2 (0-1)

0-1: Heini í Skorini, 27.

0-2: Ingi Højsted, 90.

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Súni Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen (Atli Danielsen, 64.), Heini í Skorini (Ingi Højsted, 77.) – Jákup á Borg (Mahmud Suleiman, 88.), Lukasz Cieslewicz

Ársveitslan 2019

Ársveitslan hjá B36 verður

02 november 2019

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

------ ÚTSELT ------

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

  

B36 - KÍ

Leygardagin 26/10 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

EB/Streymur - B36

Fríggjadagin 25/10 - kl. 18:00

  -----------------

U21

B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Víkingur-B36
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan