B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

EB/Streymur 2:1 B36
Dystur
17
við Margáir
EB/Streymur 2 : 1
B36
17-08-2011 18:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  08 • Atli Danielsen
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  45" 1  14 • Heini í Skorini
  82" 1  08 • Atli Danielsen
  82" 1  07 • Súni Olsen
  86" 1  10 • Róaldur Jakobsen

Eitt slag er tapt, men ...

 

Vit skuldu avgjørt dystin fyri steðgin, men tá tað ikki gekk, slapp EB/Streymur at seta seg á seinna hálvleik, og so taptu vit fyrsta landskappingardystin í ár Eingin ivi er um, at talan á pappírinum var um kanska truplastu uppgávuna á árinum, tá vit í dag vitjaðu við Margáir. Men hetta merkti á ongan hátt okkara menn fyrstu løtuna. Fyrsta korterið var eitt langt B36-álop, og meira enn ta einu ferðina høvdu vit møguleikan at leggja okkum á odda. Longu í fyrsta minutti stóð Lukasz væl fyri, og ferð eftir ferð eydnaðist at spæla skjótt inn um verjuna hjá EB/Streymi, so vandastøður stóðust burturúr. Klæmint hevði fleiri skotroyndir, og tá tað eftir 12 minuttum eydnaðist Jonas at stúta og avrætta eina av hesum í meskarnar, tóktust trøini vaksa enn longur, enn tey longu gera. Men vit vaknaðu tó við kaldan dreym. Hóast flestu okkara als ikki vóru samd við Peturi Reinert, so valdi hann at bríksla, tá Arnbjørn fekk prikað bóltin fram við Meinhard. Beinini fóru undan vandamikla fremherjanum, sum tó ongan møguleika hevði at fáa bóltin, og so slapp Hans Pauli Samuelsen at javna úr 11 metrum. Málið fekk vertirnar at ressast, og eina løtu vóru vit við undirlutan, men skjótt settust vit aftur á alt. Miðvøllurin var hesa ferð mannaður av Atla, Klæmint, Róaldi og Inga, og teir mest sum ótu okkum aftur í dystin. Ikki minst var Ingi sera væl upplagdur, og tað var ein stórur smeitur, tá hann beint fyri steðgin mátti lata seg skifta út við nøkrum, sum líktist einum lærskaða. Ta einu ferðina høvdu vit eisini bóltin í netinum, men tá metti linjuverjin, at Jonas í rangstøðu hevði órógvað René Tórgarð, áðrenn Símun stútaði í netið, so heldur ikki hetta taldi reiðiliga okkara veg. Eftir steðgin var vent í holuni. EB/Streymur legði nógv fyri, og nógvu gulu kortini til teir vísa væl eisini, hvussu nógv varð lagt fyri. Ikki minst fingu Lukasz og Jákup serstakliga harða viðferð, og spakuliga gjørdist talan um alt greiðari yvirvág til heimaliðið. Teir trýstu væl, og tá okkara menn samstundis gjørdu alt fleiri mistøk í avspælinum, gjørdist talan um rættiliga massiva mótbrekku, har vertirnir alt ov sjáldan vórðu noyddir at venda nøsina heimeftir. Trýstið gav eisini úrslit, tá 10 minuttur vóru eftir at spæla. Feilavlevering á okkara miðvølli gav í fyrstu atløgu hornaspark, og tá hetta kom innfyri, var Arnbjørn Hansen skeivi maðurin á skeiva staðnum fyri okkara viðkomandi. Seinstu løtuna fingu vit skapt nakað, sum líktist einum trýsti, men tann stóri og avgerandi møguleikin kom ongantíð, og fyri fyrstu ferð í ár máttu vit av vøllinum uttan nakað stig. Lukkutíð eydnaðist tað ikki víkingunum at taka alt, nú teir vitjaðu í Sørvági, so enn eru vit fremsta liðið í Vodafone-deildini. Gaman í er óluksáliga irriterandi at fara av vøllinum uttan stig, tá vit halda okkum hava betur uppiborið. Men næsti dysturin er altíð tann týdningarmesti, og hesin verður longu sunnudagin, tá NSÍ vitjar. Okkara menn hava fleiri ferðir í ár víst, at teir duga at reisa seg, tá tingini ikki eru eilt eftir vild. Vónandi gera teir tað eisini sunnudagin! EB/Streymur-B36 1-2 (1-1) 0-1: Jonas F. Rasmussen, 12. 1-1: Hans Pauli Samuelsen (br.) 22. 2-1: Arnbjørn T. Hansen, 80. Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Róaldur Jakobsen (Mahmud Suleiman, 87.), Atli Danielsen (Súni Olsen, 81.), Klæmint Matras, Ingi Højsted (Heini í Skorin, 45.)i - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Runavík

 

NSÍ - B36

Sunnudagin 15/09 - kl. 19.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Sunnudagin 22/09 - kl.

  -----------------

U21

B36 - Undrið

Mánadagin 16/09 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBS/Skála - B36

Hósdagin 26/09 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, NSÍ-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan