B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 1:0 B68
Dystur
16
Gundadalur
B36 1 : 0
B68
14-08-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 08 • Atli Danielsen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 42"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 70"    
 14 • Heini í Skorini 1 70"    
 16 • Meinhardt Joensen 1 76"    
 22 • Klæmint Matras 1 82"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 88"    
 07 • Súni Olsen 1 89"    

Ikki fyri veikar sálir

 

 

Vit domineraðu seinasta tíman av dystinum, men tað skuldu ganga 88 minuttir, áðrenn hol kom á móti B68 í dag

 

 

Sjáldan – um nakrantíð – hevur eitt forkølað vinstrabeinsskot vakt so stóra gleði, sum tað gjørdi í dag, tá Lukasz Cieslewicz eftir góðum 88 minuttum sendi bóltin í netið. Einsamalla málið saman við eini rimmar bjarging frá Meinhardti í 95. minutti var tað, sum skuldi til, áðrenn okkara menn staðfestu, at teir framvegis eru einsamallir í oddinum av Vodafone-deildini.

Tað var eitt sjáldsamt lot eftir vøllinum í annars veðurgóða Gundadali, men hóast vit høvdu vindin undan fyri steðgin, so gekk striltið at fáa veruliga gongd á spæl okkara.

Toftamenn løgdu bragdliga fyri, og støðugt hóttu teir við djúpum renningum inn um verjuna hjá okkum. Ta einu ferðina gjørdist ein teirra eisini púrasta blankur, men Meinhardt stórbjargaði royndini.

Seinasta korterið undan steðginum varð tó veruligt trýst lagt á toftamálið. Talan gjørdist eisini um nakrar royndir, men størsta møguleikan hevði Símun, tá Tórður Thomsen stórbjargaði skotroynd eftir returbólt í B68-brotsteiginum.

Móti vindinum eftir steðgin settu vit okkum tó veruliga á dystin. Stútt og støðugt vórðu vandastøður skaptar, men seinasti neyvleikin restaði, tá møguleikarnir komu.

Tað tóktist, sum skuldi hetta ikki verða okkara dagur, men tá bara tveir minuttir vóru eftir, bragdaði loksins. Róaldur Jakobsen, sum hesa ferð byrjaði á beinkinum, spældi smart til Høgna, sum aftur fann Lukasz. Hóast tríggir verjuspælarar vóru um hann, eydnaðist hjá Lukasz at snara sær á, og ískaldur sendi hann við vinstra beininum bóltin á innarusíðuna av stólpanum og í málið.

So vóru tey trý stigini í pottinum, men nervar okkara fingu ikki frið fyri tað. Okkara menn vóru heldur fjáltursstungnir seinastu løtuna, og í seinasta minuttinum av teimum fimm, sum Lars Muller hevði lagt afturat, fekk Dion Splidt ein risa-møguleika, tá Odmar tacklaði bóltin til púrasta blanka argjamannin hjá B68. Meinhardt greiddi tó sína skyldu, tá hann við nøkrum, sum væl kann gerast ársins bjarging, fekk beint bóltin út til hornaspark. Og so var tíðin farin. Trý stig í væl rokaða pott okkara og framvegis status sum ósigrað og einsamalt oddalið.

 

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Mahmud Suleiman (Klæmint Matras), Atli Danielsen, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen), Heini í Skorini (Róaldur Jakobsen) – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan