B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 søgan í orð og myndum PDF Útskriva E-mail
Skrivað av Rúni Herup Olsen   
Hósdagur, 29. august 2013 14:53

1936
Stovnanin 28 mars 1936

 

B36 verður stovnað. Felagið var virkið longu í 1935, men stovnararnir hildu, at B36 ljóðaði betur enn B35. Almenni stovningardagurin er leygardagin 28. mars 1936. Felagið varð stovnað í Vágsbotni, í kjallaranum hjá handlinum hjá Hansinu Johannesen, sum var Undir Bryggjubakka 10. Tað er har "Reyði Krossur" heldur til í dag. Tá búðu 3600 fólk í Havn!
Onkur við tilknýti millum stovnararnar hjá B36 arbeiddi í handlinum hjá Hansinu og hevði fingið hølini til vega til stovnandi fundin. Fundurin varð hildin ein gerandisdag, tí menn komu á fund í arbeiðsklæðum. Tá var leygardagurin eisini arbeiðsdagur.
Eingin gerðabók finst fyri fyrstu árini hjá B36, men ein limabók er til skjals, har teir fyrstu limirnir standa í. Í 1936 hevði B36 25 limir: Niels A. Eidesgaard (sum eisini var fyrsti formaður felagsins), Andreas ”Bakkmann” Berg, Johannes ”Niss” Hansen, Emil ”hjá Gøtu-Jákup” Jacobsen, Hans Hendrik ”Sjeddik” Jacobsen, Jákup ”Ki” Jacobsen, Niels Juel Joensen, Sámal Kragesteen, Mortan Mørk, John Mortensen, Óli Mortensen, Johannes ”Lill” Michelsen, Eivind Mouritsen, Kjartan Nattestad, Oluf Nielsen, Napoleon Nolsøe, Richard Næs, Nichels Poulsen, Jens H. Poulsen, Poul Jacob Poulsen, Jens Pauli ”Pavva” av Reyni, Conrad Skaale, Johan við Stein, Marius Ziska og Djóni Ziska.
Í byrjanini heldur B36 seg ikki til at bjóða bestu liðunum av, og teir fyrstu dystirnir hjá felagnum eru tí móti 2. liði hjá HB. Allarfyrsti dysturin verður vunnin 3-2, men onkur stórtap eru eisini, eitt nú 1-8 móti HB.

alt

 

Ja, Niels hevur felagið stovnað, hann formaður var fyrstu ferð...
Niels A. Ejdesgaard varð føddur 18. apríl 1892 í Oyndarfirði, har hann eisini vaks upp. Sum ungur flutti hann til Havnar og seinni til Íslands, har hann bleiv útbúgvin sum prentari.
Hann giftist við Onnu, og saman fingu tey ein son, Leivur.
Av tí at fyrstu gerðabøkurnar hjá B36 ikki eru til skjals, ber ikki til at siga, um Niels varformaður í meir enn tað eina árið, men tað var hann allarhelst ikki.
Á gamalsaldri var hann á Ellisheiminum í Havn, har hann andaðist 22. januar 1968

 

1937
Fyrsti sigurin á grannunum

 

Tann 20. juni 1937 vinnur B36 á fyrsta sinni móti besta liðnum hjá HB. Úrslitið er 2-1, eftir at HB ger sjálvmál heilt seint í dystinum.

 

1938

Samansett lið

 

Tað finnast ikki nógvar frásagnir um B36 í 1938, men liðið spælir ein dyst móti HB og tapir 2-3. Eitt lið samansett av B36- og HB-leikarum spælir eisini móti íslendska KR. B36-ararnir á liðnum eru Kjartan Nattestad, Dánjal Pauli Berg, Richard Næs og Napoleon Nolsøe. KR vinnur 3-0.


1939

ÍSF stovnað

 

Føroysku ítróttarfeløgini, harímillum eisini B36, taka seg saman og stovna Ítróttarsamband Føroya, stytt ÍSF. Endamálið hjá ÍSF skal vera at menna og samskipa føroyskan ítrótt,og kann hetta roknast sum grundarsteinurin undir fótbóltslandskappingini, sum byrjar nøkur ár seinni. Og 1. juni hetta árið vinnur B36 aftur móti HB. Úrslitið er 1-0.

 

1940

Føroyar hersettar

 

Føroyar verða hersettar av bretum 13. apríl hetta árið, og tað ávirkar eisini fótbóltin. Bretsku hermenninir vilja fegnir spæla móti føroysku liðunum, men tað er ikki altíð so lætt at fáa bóltar.

 

 

1941

Fyrsta steypið

 

Mortan Mørk verður formaður í B36 hetta árið, tá felagið eisini vinnur sítt fyrsta steyp. Kappingin um hetta steypið byrjar longu í 1939, tá ókendir ”fyrrverandi spælarar, poste restante 80, Tórshavn” lata B36 og HB steypið at kappast um. Tí verður hetta kallað ”poste restante-steypið.” Treytirnar eru tær, at annað liðið skal vinna tríggjar dystir á rað fyri at fáa steypið til ognar. HB vinnur flestu dystirnar, men ongantíð tríggjar á rað, og í 1941 verða reglurnar broyttar, so spælast skulu tveir dystir, og liðið, sum fær flest mál, skal eiga steypið. B36 vinnur fyrra dystin 2-1, og tann 9. og seinasti dysturin um steypið tann 26. oktober 1941 endar 0-0.

 

 

1942

Fyrsta landskappingin

 

Fyrsta landskappingin, sum fær heitið Meistaradeildin. B36 tapir í fyrsta umfari móti SÍF og kemur tí ongan veg í kappingini, sum KÍ vinnur eftir finalusigur á TB. Hetta er í krígstíð, og B36 skal hava serligt loyvi frá bretska hersetingarvaldinum at sleppa vestur í Vágar at møta SÍF. Tað fáa teir, men treytin er, at steðgurin ikki er longri enn hálvan fjórða tíma.


1943

Fyrsta húsið

 

B36 fær síni fyrstu hús við skiftingarhøli og brúsu. Talan er bert um kalda brúsu, men tað er eitt munandi framstig frá fyrr, tá menn noyddust í ánna at tváa sær eftir loknan dyst. Bil-Óli byggir nýggja kiosk úti á kaiini, og tann gamla verður flutt niðan í Gundadal og sett á nakrar fjalar. Nú fara spælararnir at leggja klæðini hjá sær undir kioskina, so tey eru turr at fara í aftur eftir loknan dyst. Áðrenn hetta løgdu teir klæðini undir ein stein, men bara tann fyrst, sum legði klæðini undir steinin, fekk tey turr at fara í aftur. Hinir máttu lata sær lynda við, at um tað regnaði, ja so vóru klæðini vát, tá teir komu eftir teimum aftur.
Í mars hetta árið verður Gunnar Hansen valdur til formann í felagnum, men hann sigur seg frá bert eina viku seinni orsakað av arbeiðnum hjá sær. Nýggjur formaður verður Jákup ”Ki” Jacobsen.
Í Meistaradeildini kemur B36 í hálvfinaluna, har teir tapa 5-2 móti TB á Tvøroyri. TB verður eisini føroyameistari. Hetta árið verður eisini spælt í næstbestu deildini, sum fær navnið Meðaldeildin. HB vinnur fyrstu Meðaldeildina.
Maskinarbeiðarar á Tórshavnar Skipasmiðju lata B36 og HB eitt steyp at kappast um. HB vinnur fyrsta dystin 1-0, B36 vinnur tann næsta 2-1, og 29. august vinnur B36 eisini triðja dystin 2-1 og fær harvið Skipasmiðjusteypið til ognar.


 
1944

Eingin landskapping

 

Eingin landskapping er hetta árið, tí ov fáir bóltar eru til taks, men B36 fær sera góð úrslit móti ymsum liðum mannaðum við bretum. HB fyllir 40 ár og heldur jubileumskapping. B36 vinnur finaluna 2-1 móti HB. Hetta árið vinnur B36 eisini Brend-steypið, sum bretski keypmaðurin í Havn, Arthur Brend, letur B36, HB, Royal Navy, Force H.Q., Royal Artillery og Seafort at kappast um. Nógv halda, at um nøkur landskapping hevði verið hetta árið, hevði B36 havt góðan møguleika at vunnið hana.


 

1945

10-0 móti HB

 

Mortan Mørk, sum eisini var formaður árini 1941-42, verður formaður í B36.
Í Meistaradeildini hetta árið vinnur B36 tann 3. juni í oysandi regni 10-0 móti HB. Hetta er enn í dag størsti sigur nakrantíð í landskappingardysti millum havnarliðini. Herluf Mikkelsen ger átta mál og man tað vera nakað av tí mesta, ein einstakur spælari hevur gjørt í einum dysti í landskappingini yvirhøvur. B36 endar tó aftan fyri KÍ í bólkinum, og KÍ vinnur eisini meistaraheitið hetta árið.

 

1946
Føroyameistari fyrstu ferð

 

Sunnudagin 18. august 1946 verður B36 føroyameistari á fyrsta sinni – bert tíggju ár eftir at felagið varð stovnað. Finalan verður spæld í Gundadali móti VB, og B36 vinnur 3-1 eftir fyrr á árinum at hava vunnið móti KÍ og HB í innleiðandi bólkinum. Hetta er samstundis seinasta árið, at landskappingin er býtt upp í bólkar og endar við eini finalu. Eftir hetta spæla øll liðini móti øllum.