B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 ljóðaði betur enn B35
Skrivað av Jákup Mørk   
Fríggjadagur, 08. apríl 2011 20:53

Í 1946 vann B36 á fyrsta sinni føroyameistaraheitið í fótbólti. Her er liðið avmyndað við FM-steypinum. Teir eru aftast f.v.: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óli Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v.: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v.: Thorleif Davidsen, Kriss Guttesen og Kjartan Nattestad.

 

At siga frá eini 75 ára langari fótbóltssøgu, ber illa til á bara tveimum blaðsíðum. Tíbetur! Í B36 er bók skrivað um fyrstu 60 árini hjá felagnum, og har verður millum annað skrivað um stovnanina

 

  

B36 varð stovnað í Vágsbotni ein sunnudag, 28. mars 1936. Í eini skrivstovu í niðaru hæddini hjá Hansinu Johannesen, har sum Undirhúsið nú er.

Gerðabókin er ikki til fyrstu árini, men í gerðabókini frá 1940 verður tikið samanum fyrstu árini hjá felagnum, og millum annað sæst har, hvørjir teir vóru, sum settu felagið á stovn.

Tað var annars longu í 1930, at menn vóru farnir at hugsa um at stovna annað fótbóltsfelag enn HB. HB var stovnað í 1904, og nógv vóru tey, sum vildu spæla fótbólt í felagnum. Enntá meira, enn pláss var fyri,

Í øllum førum eru fleiri, ið vita at siga, at tað vóru ikki øll, sum sluppu upp í part hjá HB.

- At venja var eingin trupulleiki, men tá lið skuldi mannast, varð skilt burturúr, sigur Poul Johs. Lindberg, ið var ein av teimum, sum vóru við til at stovna B36.

Í 1930 var tó einki B36, sum sá dagsins ljós. Saman við eitt nú Óla hjá Frants á Argjum, Valdemar Andreasen á Kafénum, Júst Sivertsen, Richard Næs og Niels Juel hjá Pola (Háberg) var Poul Johs. við til at seta Bóltfelagið Fram á stovn.

Millum spælararnar á liðnum taldust eisini Sofus í Horni og Sjúrður í Kirkjubø, sum báðir vóru bóndasynir, og tí var skjótt, at felagið varð eyðknevnt Bóndafelagið.

Hetta felagið viraði í eini tvey ár. Tá kom Niels Eidesgaard uppí við sínum liði, sum hann kallaði Bóltfelag Skotfelagsins. Niels var tiltikin maður at fyriskipa, og hann hevði millum annað ein klubba, har ungdómur hittist til dans eina ferð um mánaðin. Skotfelagið var felag, ið var skipað undir Tórshøll, Thorshavns Skytteforening, og har menn skutu til máls við salonriflum.

Samanfall var millum fleiri av limunum í skotfelagnum og Bóndafelagnum, og ein dagin helt Eidesgaard fyri, at teir bara áttu at stovna sítt egna felag.

Hóast felagið ikki varð stovnað formliga fyrr enn í 1936, so var tað eisini virkið undan hesum, men tá navn skuldi setast á, helt Martin Olsen – Martin hjá Hósvíks-Jákupi – at tað var meira saft í kraft í navninum B36 heldur enn B35. Og har við var navn sett á nýggja barnið í føroysku fótbóltsfamiljuni.

Nýggja felagið fekk frá byrjan góða undirtøku. Einamest vóru tað ávísir býarpartar, sum gjørdust B36-býlingar burturav. Ikki minst á Tinghúsvegnum, sum framvegis í dag verður nevnt eitt B36-kvarter av fleiri av eldru havnarborgarunum.

 

Fingu ongan vøll

Ein stóran trupulleiki hevði nýggja felagið tó. Gundadalur var tá sum nú fótbóltsvøllur í Havnini, men tað var HB, sum hevði ræðið á vøllinum.

Upprunaliga var tað eisini HB, sum hevði staðið fyri gerð av vøllinum, men tá felagið ikki altíð hevði eins góða fíggjarorku at halda vøllin, endaði tað við, at býráðið tók vølli yvir.

Men hetta fekk tó ikki HB at siga, at onnur skuldu hava loyvi at nýta vøllin. Samráðingar millum feløgini endaðu uttan úrslit, og tí sá B36 sær ikki onnur ráð enn at fara til Býráðið.

Málið kom fyri á opnum býráðsfundi í 1941, og her møttu formenninir báðir. Mortan Mørk fyri B36 og Hans Nielsen fyri HB.

Borgarstjórin, Mads Andreas Jacobsen, bað teir báðar formenninar greiða frá síni støðu, og Hans Nielsen helt fyri, at tað var einki at ivast í, at HB átti vøllin.

Hetta fekk fleiri býráðslimir at ressast við, tí býráðið hevði jú yvirtikið vøllin. Mortan hevði roknað við hesi støðu, og uttan at siga nøkrum frá undan fundinum, hevði hann við sær uppskot til sáttmála um býti av vøllinum. Í hesum varð staðfest, at B36 átti vøllin týsdag, hósdag og leygardag, og fundurin endaði við, at báðir partar skrivaðu undir sáttmálan, sum B36-formaðurin hevði havt við sær.

Ein annar trupulleiki, sum til tíðir var sera sjónskur, var, at bóltar til tíðir vóru truplir at fáa fatur á.

Sámal á Krákusteini hevði bóltarnar hjá B36 í varðveitslu, men meira enn ta einu ferðina kom fyri, at menn komu niðan á plenuna og søgdu, at í dag var eingin bóltur at fáa. Teir bóltar, sum vóru í Havnini, vórðu væl ansaðir, og ofta bøtti Knút Petersen, skómakari, hesar. Til tíðir varð roynt at keypa bóltar fra bretum, og onkra tíð eydnaðist at fáa onkran bólt heim við fiskiskipi, ið hevði verið í Bretlandi og landað.

Ringasta tíðin í so máta var seinni parturin av krígnum, og eitt nú mátti landskappingin í 1944 avlýsast, tí eingin líkinda bóltur var í landinum. Út á heysti tað árið fingu klaksvíkingar fatur á einum góðum bólti, og so bar aftur til at sparka. Og tað hava føroysk fótbóltsfeløg gjørt á hvørjum ári síðani. Og altoftast við B36 sum parti av kappingini millum tey fremstu.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Eurropa League

  

Nomme Kalja - B36

A. Le Coq Arena, hósdagin 29.06.17 - kl. 17:30

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 1-2?
 

Leinkir

Intersport Summar Cup 2017

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan