Floksmenn á ferð!
Mikudagur, 18. mai 2011 20:44

 

Sunnudagin kl. 15.00 spælir B36 við Løkin í Runavík móti NSÍ, og sjálvandi skipa Floksmenn fyri bussferð í hesum sambandi.

 

Floksmannahølið - sum bara Floksmenn hava atgongd til! - letur upp klokkan 12.30, og bussurin fer frá B36-húsinum klokkan 13.30 inn á Toftir.

Limir í Floksmonnum við Gull-, SilvurÚti- ella Bronsulimaskapi, ið hava goldið limagjaldið, sleppa ókeypis við bussinum. Limagjaldið skal annars gjaldast á konto nr. 9181 -1673159 í Eik Banka.

Tey, ið ikki eru limir í Floksmonnum, eru sjálvandi eisini vælkomin við bussinum. Vaksin gjalda 80 kr. og børn undir 14 gjalda 50 kr.

 

Kári og Tórfríða vænta serliga nógv fólk við bussinum til hendan toppdystin og heita tí á tey, ið ikki vanliga eru við bussinum, um at siga frá á antin tel 210165 ella á teldupostadressuni Hesin teldubústaðurin er vardur móti skipanum, ið savna teldubústaðir. Tú skalt aktivera javascript fyri at síggja bústaðin. . Hetta fyri at tey skulu vita, um tey møguliga skulu hava ein eyka buss kláran.

 

Stórsigurin á grannunum sunnudagin hevur rættiliga givið B36 blóð á tonnina, og nú skal bitin svølgjast. NSÍ er tó ikki hvør sum helst, og neyðugt verður við øllum tí stuðli, sum okkara menn vóru so glaðir fyri eftir HB-dystin, so tað er bara at sleppa sær avstað inn til Runavíkar sunnudagin. Floksmannabussurin er høgligasti mátin at gera tað!

 

Møtið fjølment!

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan