Floksmenn á ferð!
Hósdagur, 05. mai 2011 09:40

 

Sunnudagin kl. 15 spælir B36 oddadyst í Djúpumýri í Klaksvík móti KÍ, og sjálvandi skipa Floksmenn fyri bussferð í hesum sambandi.

 

Floksmannahølið - sum bara Floksmenn hava atgongd til! - letur upp klokkan 12.00, og bussurin fer frá B36-húsinum klokkan 13.15 norður til Klaksvíkar.

Limir í Floksmonnum við Gull-, SilvurÚti- ella Bronsulimaskapi, ið hava goldið limagjaldið, sleppa ókeypis við bussinum. Limagjaldið skal annars gjaldast á konto nr. 9181 -1673159 í Eik Banka.

Tey, ið ikki eru limir í Floksmonnum, eru sjálvandi eisini vælkomin við bussinum. Vaksin gjalda 80 kr. og børn undir 14 gjalda 50 kr.

 

Við sigrinum á EB/Streymi seinasta leygardag løgdu vit okkum á odda í Vodafonedeildini, og nú ræður um at styrkja um oddasessin við at vinna á nummar 2, uppflytarunum úr Klaksvík, sum hava fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið. Øll við hvít/svørtum hjarta eiga at vera á staðnum og eggja okkara monnum!

Møtið fjølment!

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Gundadalur

B36 - Crusaders FC

Hósdagin 18/07 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan