Floksmenn á ferð
Mikudagur, 13. mai 2015 00:00
alt
 
 
Í morgin 14. mai, kristi himmalferðardag, kl. 15.00 spælir B36 við Løkin í Runavík ímóti NSÍ. Sjálvandi skipa Floksmenn fyri busstúri í sambandi við dystin.
Farið verður frá Floksmannahølunum kl. 13.30. Heimaftur verður koyrt beint eftir dystin.
Kostnaðurin er 80 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn. Øll eru hjartaliga vælkomin við bussinum.
 
NSÍ-ararnir eru - fyri tað mesta! - flúgvandi, men í morgin skulu hasar vespurnar klaskast, eins og vit gjørdu á heimavølli, seinast vit møttu teimum. Vit, fjeppararnir, eiga sjálvandi at gera okkara besta at stuðla okkara monnum til sigurs.
Møtið fjølment!
 
Floksmannahølini lata upp ein tíma, áðrenn  bussurin fer, tvs. kl. 12.30
Atgongd er bert fyri limir og tey, sum tekna seg sum lim og gjalda limagjaldið kr. 250,- fyri árið. Tað ber eisini til at flyta limagjaldið á konto í Eik nr. 9181-3867260.
Yvirskotið hjá Floksmonnum fer sjálvandi til B36!
 
 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

Gundadalur

      

sunnudagin 27. mai kl 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Undrið - leygard. 26.05 kl.16:00

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

Giza Hoyvík - B36

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - sunnud. 27.05 kl. 17:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-Víkingur 2-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan