Floksmenn

 

 

 

 


Áskoðarastuðulin til okkara lið er skipaður soleiðis, at  allir partar eru undir sama hatti við vælkenda navninum Floksmenn.

Allir fjepparar, ung sum gomul, White Tigers, eldri B36-arar, foreldur og annars øll onnur við, ið hava áhuga í at stuðla okkara liðum, verða boðin at gerast limir í Floksmonnum. Allur ágóðin av limagjaldinum og møguligum øðrum inntøkum til Floksmenn fer, aftaná útreiðslur, óskerdur til  B36. ¾ til ungdómsarbeiðið og ¼ til rakstur av felagshúsinum v.m..

 

Limaskapur í FLOKSMONNUM  hevur  - alt eftir slagi av limaskapi - fleiri fyrimunir við sær.

Fyrimunirnir kunnu vera:

• Fríkort til allar heimadystirnar

• Ókeypis bussferðir til útidystirnar

• Ókeypis atgongd til Floksmannahølið

• Ókeypis atgongd til onnur tiltøk, so sum Premier league dystir á stórskíggja í Floksmannahølinum, familjutiltøk o.m.a. sum er í umbúna.

 

Treytin fyri at luttaka í hesum tiltøkum er, at tú gerst limur í Floksmonnum og samstundis váttar eina fasta bankaflyting eina ferð um mánaðin.

Fýra møguleikar eru fyri limaskapi:

• Gull-limaskapur, ið kostar 150,-/mðr., gevur árskort til allar heimadystir hjá Vodafoneliðnum, rætt til ókeypis bussferðir og ókeypis atgongd til øll tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.

• SilvurÚti-limaskapur, ið kostar 75,-/mðr., gevur rætt til ókeypis bussferðir og ókeypis atgongd til øll tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.

• SilvurHeima-limaskapur, ið kostar 75,-/mðr., gevur fríkort til allar heimadystirnar hjá besta liðnum hjá B36 og ókeypis atgongd til øll tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.

• Bronsu-limaskapur,  er fyri børn undir 14 ár og er ókeypis, gevur rætt til ókeypis bussferðir, atgongd til Floksmannahølið og atgongd til tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.

 

Tekna teg sum lim í Floksmonnum beinanvegin!

Við at trýsta á leinkið niðanfyri kemur tú víðari inn á tilmeldingar-teldupost hjá Floksmonnum. Upplýs navn, bústað, telefonnummar, teldubústað og ynskt slag av limaskapi og send avstað.

 

Hvar er tað stuttligt?

Tað er tað í Floksmonnum, so skunda tær og tekna teg sum lim. Trýst Hesin teldubústaðurin er vardur móti skipanum, ið savna teldubústaðir. Tú skalt aktivera javascript fyri at síggja bústaðin.

 

Kontonummarið hjá Floksmonnum er 9181 -1673159 í Eik Banka.

 

 
<< Byrja < Undanfarna 1 2 3 4 Næsta > Endi >>

Síða 4 av 4

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Gundadalur

  
    hósdagin 26. juli kl. 19:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan