Limagjaldið verður skuldskrivað í februar-mars mánaði og er galdandi fyri árið.
-------------- Tilmelding fer fram við á trýsta HER !! --------------
Limagjaldið fyri ár 2018 er ásett soleiðis:
• 1.000 kr. fyri íðkandi vaksin og dreingir U21/gentur U18
• 500,kr. fyri 3. deild menn og old boys
• 500,kr. fyri 2. deild kvinnur og old girls
• 1.000 kr. fyri íðkandi ung (U13-U17).
• 800 kr. fyri íðkandi børn U11
• 600 kr. fyri íðkandi børn (U6-U9).
• 200 kr. fyri heilsfótbólt
• 500 kr. fyri stuðulslimir / hvílandi limir
Stuðulslimir / hvílandi limir kunnu eisini flyta kr. 500,- á konto 9181-1277466í EIk ella nýta leinkjuna her :
http://www.b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=4
-------------- Tilmelding fer fram við á trýsta HER !! --------------
Avsláttur
Um foreldur hava fleiri børn í B36 undir U-17 og G 14-18 rindar fyrsta barnið fullan prís, og síðan verður avsláttur á 20% latin fyri hvørt eyka barnið.
Skipanin skrásetur hetta sjálv.
Um limir av einihvørjari orsøk ynskja at skifta felag, tilskilar B36 sær rætt at krevja inn ógoldið limagjald, áðrenn loyvisbrævið verður útflýggjað. Tí er alneyðugt at goyma kvittanir fyri goldið limagjald, um ivamál stinga seg upp.
Broytingar í limaskapinum
Tað er sera umráðandi at B36 fær fráboðan um broytingar sum:
• Bústaðarbroyting
• Navnabroyting
• Broytt telefonnummar
• Aldursbólkur skeivt ásettur
• Broyting í limaskapinum
(strikast, gerast passivur ella aktivur, útiseti, o.s.fr.)