Silvur til unglingarnar
Leygardagur, 22. september 2012 13:13

Í regninum við Margáir tryggjaðu okkara unglingar silvurmerkinum hóskvøldið



Minst eitt stig skuldi til, um silvur skuldi tryggjast, men okkara vóru ikki komnir eftir einum stigi. Teir gjørdu bart, og vunnu dystin heili 5-0. hálvleiksstøðan var 1-0. 
Hetta var á pappírinum ein trupul dystur, tí steypafinalistarnir úr Eb/Streymi hava verið í oddinum tað mesta av kappingini, men hesa ferð var eingin ivi.  

Rúni Seloy legði okkum á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir uppspæl í høgru síðu endaði bólturin í vinstra borði hjá Rúni Seloy, sum úr 20 metrum høgdi til, og umvegis stongina fór bólturin í málið. 
Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdist støðan 2-0. Aftur hesaferð var tað Rúni Seloy. Rúni gjørdist nakað leysur á miðjum vølli, og úr 30 metrum høgdi hann til við uttari síðu, og enn einaferð umvegis stongina var bólturin í málinum. Eitt sera flott mál, har málverjin ikki hevði ein livandi kjans at bjarga. 

Hørður Askham økti til 3-0. Hesuferð sá málverjin nakað ivasamur út, tá bólturin rullaði ímillum beinini á honum. 
16 ára gamli Benjamin Heinesen økti til 4-0. Eitt hornaspark endaði við trunkaspæli, og so smekkaði Benjamin bóltin í netið. 
Pætur Jacobsen staðfesti sigurin við máli til 5-0. Kviki vongleikarin bleiv spældur fríur eftir eitt skjótálop, og hann var tryggleikin sjálvur og setti bóltin forbí málverjan. 
Samanumtikið eitt sera gott avrik frá okkara dreingjum, ið enn iðrast um mista FM heitið. Men við hesum sigrinum vístu teir, at dugur er í teimum. Vónandi koma teir sterkt aftur næsta ár. 
Gull í steypakappingini og silvur í landskappingini er heldur ikki at forsmáa. 
 

Vit skulu hervið ynskja KÌ hjartaliga tillukku við FM heitinum í unglingadeildini. 

Øgiligur fagnaður var í B36 skiftingarrúminum aftaná dystin, hetta tí at annar av U19 landsliðsvenjarunum, Oddbjørn Jacobsen, ið var til staðar í gjárkvøldi, gav Patrick Larsen boð um, at hann var úttikin til U19 landsliðið, sum mánamorgunin setir nøsina ímóti Estlandi, har EM undankapping verður. 
Tillukku Patrick, óført og drív á! 
Við Patrick eiga vit nú 4 leikarar í 18 mans hópinum hjá Eyðun Klakstein og Oddbjørn Jacobsen. Teir eru Patrick Larsen, Rasmus D. Sørensen, Hørður Askham og Jákup Højgaard. 
Hesum kunnu vit vera stolt av. 
Vit ynskja dreingjunum góðan túr! 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan