Oddabrak hjá unglingum
Skrivað av Jákup Mørk   
Týsdagur, 11. september 2012 19:53

Fleiri lið kappast um FM-heitið, men bert B36 og KÍ kunnu avgera tingini uttan hjálp frá øðrum. Og júst hesi lið hittast hóskvøldið

 

 

Hóskvøldið klokkan 19.00 spæla unglingarnir oddadyst ímóti KÍ í Gundadali. Hetta er fyrsti dystur hjá okkara monnum eftir steypasigurin á Tórsvølli ímóti Eb/Streymi, og vónandi hava okkara fingið armarnar niður aftur. 

U18 kappingin í ár hevur verið sera spennandi, og leingi stóð hon ímillum 4 lið. Nú einans tvær vikur eru til kappingarenda, tykist EB/Streymur at verða dragnað í oddastríðnum - í dag taptu teir 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ.

Í Klaksvík spældu KÍ og HB javnt 2-2, ímeðan okkara vunnu uttan dyst ímóti B68. 

Støðan í unglingakappingini er nú tann, at HB er fremst við 25 stigum fyri 13 dystir, B36 liggur nr. 2 við 24 stigum, men hava bert spælt 12 dystir, KÍ er á triðja plássi við 23 stigum, somuleiðis fyri 12 dystir. Á fjórða plássi liggur EB/Streymur við 22 stigum fyri 13 dystir. 

Lagt er soleiðis upp til sannan gysara hóskvøldið, og á heimavølli hava okkara dreingir sjálvandi brúk fyri øllum stuðli. 40 ár eru liðin síðan B36 seinast vann unglingadeildina, og tí hevði sjálvandi verið eyka stuttligt at vunnið kappingina í ár. 

Komið øll og stuðlið okkara monnum! 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan