Unglingarnir vunnu steypið!
Fríggjadagur, 24. august 2012 21:41

Fult uppiborið vunnu okkara unglingar í dag 3-0 móti EB/Streymi í finaludystinum um Thomas Dam steypið

 

 

 

Tá vit beint undan summarsteðginum spældu móti EB/Streymi endaði tað við einum vónbroti til okkara ungu menn, men í kvøld var eingin ivi.

Hóast eingi mál komu fyri steðgin, so vóru tað okkara, sum sótu á tí mesta. Eftir steðgin helt yvirvágin fram, men vit fingu tó ein hvøkk, tá dómarin ikki vildi geva Karstini Højgaard brotsspark, men ístaðin revsaði spælarin við gulum korti. Hetta gevur 10 minuttir á beinkinum í undirtali, men hóast undirmannaðir hesa løtuna, so nervaði tað als ikki okkara menn.

Tá so EB/Streymur seinni fekk gult kort, vóru okkara hinvegin skjótir at gera sær dælt av støðuni. Rasmus sendi fríspark innfyri, og har kundi Karl Martin seta fótin á, og so vóru okkara á sigurskós.

Og sigurin kom mest sum als ikki í vanda, tað sum eftir var av dystinum. EB/Streymur royndi at flyta fólk fram, uttan at hetta tó gjørdist vandamikið, og so kundu vit ístaðin revsa í hinum endanum. Stutt undan leikloki fingu vit brotsspark, sum Rasmus sendi í netið, og í yvirtíðini peikaði dómarin aftur á hvíta blettin. Hesa ferð varð málverjin okkara, Jákup Højgaard, settur at skjóta, og frekt kundi hann kippa bóltin í netið og staðfesta sigurin.

 

Eitt stórt tillukku til okkara ungu menn, sum soleiðis syrgdu fyri eina framúr byrjan hjá okkum til stóra finalutiltakið hjá FSF. Og so er bara at møta aftur á Tórsvølli í morgin. Klokkan 10.00 spæla U14-genturnar finalu móti KÍ, og klokkan 16.15 er tað so kvinnurnar, sum spæla finaludyst - eisini móti KÍ.

 

B36 - EB/Streymur 3-0 (0-0)
1-0:
Karl Martin Danielsen, 73.
2-0: Rasmus Dan Sørensen, 88. (br.)
3-0: Jákup Højgaard, 90. (br.)

 

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan