Sigursrøðin heldur fram
Týsdagur, 19. juni 2012 11:54

Seinasta mánadag spældi U18 liðið seg í steypafinaluna eftir spennandi dyst ímóti HB. Í gjár møttust liðini aftur í landskappingini

 

 

Seinast var eitt steypafinalupláss uppá spæl, og hesuferð stóð ikki minni uppá spæl. Liðini vóru sera jøvn, men við einum sigri kundu okkara leggja seg ájavnt við HB við einum dysti tilgóðar. Og tað eydnaðist.

Dysturin endaði 1-0, eftir at tað stóð á jøvnum í hálvleikinum.

 

Fyrri hálvleikur var javnur, og byrjaði HB betur. B36 tók yvir eftir 20 minuttir og sótu á restini. HB hevði ein møguleika eftir ein returbólt, men Jákup Højgaard bjargaði í B36 málinum. Aftaná hetta hevði B36 bóltin í málinum - seinasta fótin átti Karstin Højgaard - men dómarin floytaði fyri rangstøðu.

Beint fyri hálvleik hevði Hørður eitt gjøgnumbrot og hann smekkaði til, men ólukkutíð fór skotið á tvørstongina.

 

Í seinna hálvleiki vóru okkar við yvirlutan, og HB tóktist spæla fyri javnleikinum. Eitt gott gjøgnumspæl í høgru síðu endaði við góðum innleggi til Karstin, men skotið endaði í rygginum á einum viðleikara.

Tá 68. min. vóru farnir bragdaði endiliga. Rasmus. D. Sørensen tók sær av einum frísparki í vinstra borði og legði innfyri til handaru stong, lukkutíð sigldi bólturin allanvegin og endaði í netinum.

Seinastu løtuna fingu okkara tvey býtt gul kort sum kosta 10 minuttir útvísing, men vit hildu stand, og vunnu trý sera týdningarmikil stig á kontuna.

 

Støðan í Unglingum nú 2/3 eru leiktir er tann, at B36, HB, KÌ og Eb/ Streymur hava øll 18 stig, men hini liðini hava leikt ein dyst fleiri enn okkara. Vinna okkara tann útsetta dystin ímóti B68, so liggja vit fremstir. Hesin dysturin verður ikki fyrr enn aftaná summarsteðgin.

 

Ein dystur er eftir áðrenn summarsteðgin. Komandi mánadag taka vit ímóti Eb/ Streymi, sum eisini er mótstøðuliðið í steypafinaluni.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan