Unglingarnir í steypafinaluni!
Týsdagur, 12. juni 2012 21:44

Unglingarnir eru í steypafinaluni 2012 eftir eina spennandi og tætta uppgerð ímóti grannunum úr HB



Hálvfinalan varð leikt í gjárkvøldi, og skuldi umdystur til fyri at finna vinnaran. Tá avtornaði stóð B36 eftir sum sigursharri, og kunnu nú gleða seg til steypafinalu á Tórsvølli tann 24. August.


Tað var ikki flott fótbóltsspæl sum sermerkti hendan dystin, men bæði liðini vóru stríðshugað, og gjørdu tað trupult hjá hvørjum øðrum at spæla.
Rúni Seloy legði B36 á odda eftir eitt korter, eftir at Hans Jacobsen hevði spælt hann leysan.
Eftir hetta var dysturin sera javnar, og liðini bæði skiftust um at hava takið. Tá eitt lítið korter restaði í, fingu HB útjavnandi málið. B36 leikarirnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, men lítið hjálpti, málið var góðkent, og støðan 1-1.
Umdystur skuldi til, og tá ein minuttur restaði av fyrrahálvleiki í umdystinum, fall avgerandi málið. Hørður Askham bleiv feldur uttan fyri brotsteigin, og vit fingu fríspark. Hørður skeyt sjálvur, og úr 20 metrum sendi hann eina sanna perlu í málið hjá grannunum, og so var frøin ovurstór.

Seinastu løtuna av dystinum vóru kjansir báðar vegir. Hørður Askham stútaði ein bólt á tvørstongina eftir hornaspark, og í seinastu sekundunum hevði HB eina roynd ímóti málinum, men málverjin fekk onkursvegna stútað bóltin út til hornaspark, eftir at bólturin hevði rakt eitt B36 bein á vegnum.
Samanumtikið ein tøtt uppgerð, sum kundi verið farin báðar vegir. Men vit stríddust væl, og fingu úrslit fyri arbeiði. Okkara eru nú klárir til steypafinaluna, og har eita mótstandarirnir Eb/Streymur/Skála. Teir vunnu greitt 4-1 á KÌ við Margáir.

Tillukku dreingir!

Komandi mánakvøld er aftur grannauppgerð, tá B36 tekur ímóti HB í landskappingini.
HB er á odda í landskappingini, 3 stig frammanfyri okkara, men vit hava ein dyst tilgóðar. So her er uttan iva lagt upp til enn eitt brak.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Seaview Stadion

Crusaders FC - B36

Hósdagin 11/07 - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

B36 - AB

Mánadagin 24/6 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-NSÍ 1-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan