Enn eitt bragd av unglingunum |
Skrivað av Jákup Mørk |
Fríggjadagur, 01. juni 2012 07:32 |
Seinasta leygardag vann U18 liðið ein tepran 3-2 sigur í Gundadali ímóti kappingarneytanum úr KÌ. Talan var sum altíð um ein spennandi dyst
Ì gjár hittust liðini aftur. KÌ skuldi reisa seg, og vit skuldu halda góðu gongdini. Vónirnar vóru góðar, og menn vistu, at um innsatsurin var tiptop, so kundu trý stig fáast til høldar!
Men at dysturin skuldi vinnast so greitt, hevði nokk eingin væntað. Okkara vunnu 3-0 í Klaksvík, og hetta var eisini hálvleiksstøðan! Vit fingu annars ein ordans hvøkk eftir tveimu minuttum, tá KÍ leikari stútaði á tvørstongina eftir hornaspark. Eftir hetta tóktist liðið at vakna. Stutt eftir fekk Hørður Askham ein gyltan møguleika, tá hann gjørdist leysur við KÌ málverjan, men hesin bjargaði! Trý mál skuldu vit tó fáa áðrenn hálvleik. Stinni verjuleikarin Magnus B. Lund legði okkum á odda, eftir hornaspark. Sigurd Poulsen sendi eitt gott innlegg til fremru stong, har Mathias Thomsen tveitti seg eftir bóltinum og fekk stúta hann víðari til ein blankan Magnus, sum bankaði bóltin í netið. Løtu seinni kom málið til 2-0, Rùni Seloy sendi eitt innlegg úr vinstru, har Karsin Højgaard var staddur. Í kapping við málverjan rakti Karstin ikki reiðiliga bóltin við høvdinum, men bólturin datt soleiðis at hesin sami fekk potað hann í netið. Tað var eisini Karstin sum stóð fyri málinum til 3-0. Heldur optimistiskt sendi hann eitt langskot avstað. Hetta rakti ein KÌ leikara á vegnum, og so var støðan 3-0! Tað kundi eisini verið 4-0 eina løtu seinni, tá Mathias Thomsen stútaði eitt frísparksinnlegg, men málverjin bjargaði.
Seinni hálvleikur var rótutur, KÌ hevði fleiri møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Hjá okkum tóktist bara ráða um at fáa tíðina at ganga, og tað gjørdi hon eisini, og so kundu okkara staðfesta, at 3 sera kærkomin stig vóru komin til høldar. Serliga hugburðurin á liðnum var góður hendan dagin. Dreingirnir kempaðu væl, og bardust fyri hvønn annan. Slapp ein klaksvíkingur framvið, so var annar B36'ari longu klárir at taka ímóti, og harumframt vóru okkara grammari á teimum leysu bóltunum. Úrslitið hevur við sær, og FM stríðið aftur er víðopið. HB liggur fremst við 18 stigum fyri 7 dystir, okkara hava 12 stig, men hava ein dyst til góðar ímóti Toftamonnum. Um hetta er instilningurin til hvønn dyst, so kann bera langt! Komandi mánakvøld er aftur spennandi umfar í unglingadeildini, tá HB-KÌ møtast á ovara vølli í Havn, og B36 tekur ímóti B68 á niðara vølli.
Um 2 vikur, 11.Juni, møtast B36-HB í hálvfinaluni í steypakappingini!
Hesin árgangurin er sera breiður, og eiga vit einar 30 unglingar ið leika fótbólt. Hetta hevur við sær, at eitt lið er meldað til 3.deild avtrat, og hetta liðið er ætlað unglingum, í ikki spæla fullar dystir við Unglingaliðnum. Hetta liðið fer fyri fyrstu fer í eldin í kvøld kl 20 í Gundadali ímóti Argjamonnum. Enn |
Komandi dystir
Komandi dystir
Betrideildin
Klaksvíkskappingin
Víkingur - B36
Leygardagin 23/02 - kl 13:00
-----------------
1. deild menn
-----------------
Betri deildin kvinnur
Støðan í Betri-deildini
Leinkir
Keyp B36 bókina her :
Árskort 2019 - keyp her :
B36 á Facebook og Instagram
Leiga B36 húsið
B36 FAN SHOP
Føroysk fótbóltshagtøl