U18 vann á KÍ
Skrivað av Jákup Mørk   
Mánadagur, 28. mai 2012 11:47

Í dýrdarveðrinum í Gundadali leygardagin leiktu U18 liðini hjá B36 og KÌ. Sum ikki einaferð, so gjørdist talan um eina sera spennandi uppgerð.

 

 

KÌ kom longu á odda eftir tveimum minuttum, tá Beinir Poulsen lyfti bóltin upp um málverjan, eftir at verjan hjá okkum hevði snorksovið. Eftir hetta setti B36 seg á dystin og komu til fleiri vandamiklar støður, men tað tóktist torført at fáa bóltin yvirum KÌ linjuna.

Eftir 38 minuttir bragdaði, Sigurd Poulsen stóð fyri hornasparkinum sum Patrick Larsen drønstútaði í málið til 1-1.

Okkara kundu fingið nøkur mál afturat beinanvegin. Á tímanum gjørdist Rúni Seloy púra leysur, og hesin var eirindaleysur og smekkaði bóltin í málið til 2-1, og so var frøin stór í B36 leguni.

Men bara fýra minuttir seinni javnaðu klaksvíkingar. Eftir eitt innkast endaði bólturin við fremru stong, og har kom eitt KÌ bein á bóltin, og hann endaði eitt sindur ófortjent í málinum.

Men B36 reistist aftur, og bara fýra minuttir seinni bragdaði aftur. Eftir gott spæl í vinstu, endaði bólturin hjá Hans Jacobsen sum smekkaði bóltin í meskarnar aftanfyri ein vælleikandi KÌ málverja.

 

Nú kundi væntast, at KÌ fór at trýsta teir seinastu 20 minuttirnar, men veruligt trýst bleiv ongantíð.

KÌ leikarirnir tóktust meira áhugaðir í dómaranum, og tríggjar ferðir mátti hesin í lumman eftir ostaflísuni, sum ið U18 kappingini, gevur 10 minuttir útvísing.

Eisini var venjarin hjá KÌ útvístur eftir dystin fyri óhøviskan atburð.

 

Men einki kann takast burtur frá avrikinum hjá okkara ungu monnum, hesir bardust sum úlvar á skóg, og fyri hetta fingu teir úrslit - flott dreingir!U18 vann U18

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan