Oddadysturin endaði javnur
Týsdagur, 26. september 2017 07:16

alt

Nú trý umfør eru eftir at spæla í kappingini hjá unglingum, liggja okkara menn væl fyri

 

Ofta hevur verið nær við, men framvegis stendur gullið fyri 45 árum síðani sum tað einasta í unglingarøðini hjá B36.

Tað eru tó tekin í sól og mánað um, at tað kann henda í ár. Í gjárkvøldið spældi okkara ungu menn á útivølli móti NSÍ, sum er á silvurplássinum, og her vildi ein sigur næstan staðfest gullið.

Tað var eisini nær við. Ragnar Samuelsen legði okkum á odda, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, og fram til tað seinasta tóktist, at hetta eisini skuldi verða úrslitið.

Tað eydnaðist tó gestunum at javna við brotssparki í seinasta minuttinum, og tí eru runavíkingar framvegis bara tvey stig aftan fyri okkara menn.

Vit hava tó spælt ein dyst færri, og tí kunnu vit við sigrum í tveimum av seinastu báðum dystunum tryggja okkum gullið.

Seinastu dystirnir hjá unglingunum eru:

02.10                  B36-KÍ

09.10                  HB-B36

16.10                  B36-Víkingur

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan