Svaraðu tapinum aftur við tryggum sigri
Týsdagur, 25. apríl 2017 21:09

alt

Tapið fyri grannunum fyri góðum mánaði síðani skuldi viskast av talvuni fríggjakvøldið. Besta kvinnuliðið kom, sá og sigraði

 

Lagt varð upp til ein spennandi dyst millum grannarnar og okkum, tí eingin hevur ráð at tapa stig, um ein skal fylgja við KÍ og EBS/Skála. Tað tykist sum at landskappingin hevur nøkur óvæntað sprell í sær í ár. Tað ber ikki eins væl at spáa um úrslitini undan dystunum, sum tað hevur verið undanfarin ár. Og við góða stimanum sum besta kvinnuliðið hjá okkum vísti í fjør, so valdar spenningur í hvøjrum dysti í ár.

Eingin vildi stýra

Í fyrstu atløgu var dysturin merktur av, at eingin ynskti at taka sær leiklutin sum spælstýrandi liðið. Liðini fóru varisliga til verka, og ikki kann sigast at talan var um gott fótbóltsspæl fyrstu 15. minuttirnar. Tó at spælið var ósamanhangandi hevði HB tvær fríspælingar, sum kundu kostað okkum dýrt, um HB hevði ís í búkinum í støðunum.
Fyrsti veruligi møguleikin hjá B36 var eisini fyrsta málið í dystinum. B36 hevði hornaspark í vinstru síðu og bólturin kom væl inn fyri við aftaru stong. Súsanna Maria Hansen setti høvdið á bóltin, HB leikarar royna at rudda bóltin burtur, og aftaná eitt sindur av ping pong spæli innanfyri fimm meturin setti Silja Róin fótin á bóltin, sum rullaði inn um mállinjuna. Nú var 1-0 til B36 og taktisku fortreytirnar fyri dystinum vórðu nú broyttar. Málið gav okkara leikarum ró og luft at tálma nervunum í týdningarmiklu grannauppgerðini.

 

HB royndi at svara skjótt aftur við farligari hornasstøðu, men einki mál kom burturúr royndini. Hinvegin vístu vit skilagott spæl í løtum og løgdu okkum ikki at verja sigurin heim. Eingin ivi er í at sterkasta vápnið hjá okkum er í álopspartinum. Í okkara dugnaligu leikarum eiga vit evnaríkar álopsleikarar, sum hava nógva ferð og eru málsøknar ferð eftir ferð. Emma Hansdóttir og Sarita Maria Mittfoss royndu seg við skotum uttanfyri brotssteigin hjá HB, men skotini vórðu ikki heilt so farlig, sum vit vita at tey kunnu verða.

 

Vit loyva HB í aftur dystin

Stutt fyri hálvleik hevði HB eitt gott gjøgnumbroyt í vinstru síðu, bólturin varð spældur inn í brotssteigin til Rannvá Mortensen. Jóna Nikolajsen kom væl út eftir bóltinum, men av onkrari orsøk valdi hon heldur at takkla bóltin burtur heldur enn at taka hann upp. Tíverri verður bólturin takklaður í føturnar á Rannvá Mortensen, sum fekk javna fyri.
Bert ein minutt aftaná málið hjá HB royna vit at svara aftur. Emma Hansdóttir er um at gera eina málperlu, men skotroyndin fer beint framvið samkomingini, og málverjin hjá HB hevði ikki havt ein livandi møguleika at bjargað bóltinum. Vit fara til hálvleik við einum stigi í lummanum.

Vit seta okkum á dystin við málperlum

Vit komu út sum eitt annað lið at spæla seinna hálvleik. Nú fingu áskoðararnir betur spæl at síggja frá okkara leikaraum, og HB varð sett undir trýst við góðum og hóttandi álopsspæli frá okkum í hvítum.

Vit settu ferð á bóltspælið og fluttu okkum betur fyri hvørjari bóltflyting. Eftir 58 minuttir varð Ásla Johannsen feld nakað í okkara vinstru síðu. Frísparkið skuldi takast eini 35 metrar frá HB málinum. Ásla Johannesen og Sarita Maria Mittfoss stillaðu seg báðar til reiðar at skjóta, og vit høvdu sent nógv fólk niðan í brotssteigin. Ásla Johannsen gjørdi seg klára at skjóta, men hoppaði upp um bóltin og Sarita Maria Mittfoss smekkaði til við einum dreymasparki. Bólturin hevði kós beint móti málinum undir yvirleggjaran, og HB málverjin fekk ikki fingrarnar á bóltin. Sarita Maria Mittfoss legði B36 á odda 2-1 við einari perlu.

Vit høvdu fult tamarhald á dystinum, og við einum undantaki við skotroynd frá Elin Mariu Isaksen, var ongantíð vandi fyri at HB fór at svara aftur. Okkara leikarar royndu heldur eftir fleiri málum, og stutt fyri leiklok setti Emma Hansdótti ein punktum fyri dystin. Emma kemur at standa rímuliga frí í HB brotssteigum, men hevur ikki ferðina við sær. Staðinfyri at skjóta fyrstu ferð, sneiddi hon seg við hegnisligari fintu til vinstru. Og við avbera góðum teknikki lyfti hon bóltin upp um HB málverjan. Ein góður og søtur endi á einum fantastiskum sigri á grannunum.

Eftir hesum dystinum og avrikinum at døma, er trupult at hugsa sær at vit taptu 3-0 á HB fyri góðum mánaði síðani. Men hetta úrslitið er nú gjørt gott aftur og vit hyggja frameftir.

 

Málini
1-0 Silja Róin, 16 min
1-1 Rannvá Mortensen, 41 min
2-1 Sarita Maria Mittfoss, 39 min
2-1 Emma Hansdóttir , 80 min
 

B36: Jóna Nicolajsen, Marjun Danielsen, Ása Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Súsanna Hansen, Margit M.Kwao, Emma Hansdóttir (90 min Anna Maria Steintún), Silja R.Róin (90 min Súsanna Samró), Armgarð undir Leitinum og Barbara M. Høgnesen (45 min Elisabet Vang)

 

HB: Simona Heinesen, Rannvá Mortensen(62 min Rannvá Mortensen),  Marjun undir Kletti,  Janita Ole-Jacobsen (80 min Poula Andreasen), Ninna Hansen,  Ása á Reynatúgvu (L), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Elin Maria Isaksen, Rebekka Fjalsá Benbakoura og Sólrun Thomsen (82 min Julia Helena Dal Henriksen)

 

Koyr á Hvítar

 

Myndasavn

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan