Einki gestablídni
Týsdagur, 14. marts 2017 08:36

alt

Kvinnurnar hjá okkum byrjaði kappingarárið við málveitslu, tá B71 var á vitjan í Gundadali

 

Hetta var fyrsti dysturin hjá B71 í fremstu kvinnudeildini síðani 2001, so talan var í nógvar mátar um ein søguligan dyst. Vit í B36 gleðast um, at eitt felag er komið aftrat í kvinnudeildina, og vit vóna sjálvandi, at fleiri lið leggjast aftrat komandi árini, so vit aftur fáa meira fokus á føroyskan kvinnufótbólt við einari tættari og spennandi kapping.

Okkara kvinnur vísti tó einki gestublídni í Gundadali, tí eftir bert fáum minuttum hevði Sarita Maria Mittfoss lagt B36 á odda 1-0. Talan gjørdist ongatíð um nakran spennandi dyst, tí munurin á liðnum var ov stórur, og tá Jóhan Petur Michelsen floytaði fyri seinastuferð var støðan ikki minni enn 19-0 til okkara kvinnur. 

Bjarta M. Helmsdal og Armgarð undir Leitinum spældi teirra fyrsta dyst fyri 1. deild kvinnur hjá B36.

Hóast úrslitið, so vísti ungu B71 kvinnurnar góðan hugburð og kempaðu væl gjøgnum allan dystin. Vit gleðast um, at tær eru við aftur í fremstu deildini og ynskja teimum góða eydnu við kappingarárinum. 

Liðið: Vivian Larsen; Silja Róin, Súsanna Maria Hansen (c), Brynhild Haraldsen, Elsa Anna Mohr; Elisabet Vang, Marjun Danielsen, Ásla Johannesen; Anitha K. Mortensen, Sarita Maria Hansen, Barbara M. Høgnesen. Bonkurin: Lý Askham, Bjarta Helmsdal, Armgarð undir Leitinum og Súsanna Samró.

 

Hagtøl frá dystinum: http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=17892&pid=67

 

Myndasavn

 

 

Seinasti og komandi

Seinastu dystir

Effodeildin

í Gundadali 19.03.17 - kl. 15:00

B36 - KÍ : 1-1

 

1. deild menn

18.03.17

B36 - B68 : 2-3

 

1. deild kvinnur

18.03.17

HB - B36: 3-0


Komandi dystir

Kappingin um Løgmanssteypið

í Gundadali 01.04.17 - kr. 15:00

B36   -   B71

-----------------

1. deild kvinnur

í Gundadali 15.04.17 - kl.

B36 - EBS/Skála

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 08.04.17 kl 17:30

Giza/Hoyvík - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ?
 

Leinkir

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan