Koppaðu oddaliðnum
Mánadagur, 29. august 2016 20:37

B36 gjørdi um vikuskiftið tað, sum KÍ-kvinnurnar ikki hava gjørt í ár. Nevnliga at vinna móti EB/Streymi-Skála. Enntá á útivølli

 

 

Tað var lagt upp til ein sera spennandi dyst á Skála.

Heimaliðið EB-Streymur/Skála var trýst at vinna dystin, so tær kundu halda fast í oddastríðnum, har KÍ sjálvandi er kappingarneytin. Undan dystinum høvdu tey bæði liðini spælt javnt sínamillum í trimum uppgerðum, umframt at tær høvdu vunnið allar hinar dystirnar.

Hinvegin hava okkara kvinnur verið væl fyri seinastu dystirnar, og frá byrjan vístu tær, at heimaliðið ikki skuldi rokna við nøkrum løttum stigum.

Alt fyri eitt løgdu vit eitt høgt trýst, og fyrsta korterið spældu vit okkum fram til fleiri møguleikar. Heimaliðið kom tó betur við eftir hetta, og tað var einki forgjørt, at tað stóð 0-0 í steðginum.

Byrjanin av dystinum hevði víst, at okkara kvinnur væl kundu trúgva upp á sigurin, og eftir steðgin varð lagt fyri í somu øði. Og tað gav úrslit, tá Vár legði okkum á odda bara fimm minuttir eftir steðgin. Vár var skjót at leggja trýst á, tá verjuspælari fekk bóltin, og einsamøll móti málverjanum var hon púrasta trygg.

Málið noyddi vertirnar fram á vøllin, men okkara verja stóð móti trýstinum. Okkurt einstakt skot var tó móti málinum, men har tók Jóna sær trygt av øllum.

Hetta gav tó eisini pláss til okkum, og tá 68 minuttir vóru farnir, vunnu vit okkum hornaspark eftir skjótt mótálop.

Emma lagði ein frálíkan bólt inn fyri tæt undir málið, og har stóð Sunnrið, ið hevði kempa sær til gott pláss, og hon skallaði bóltin trygt í netið til 0 – 2.

Heimaliðið royndi, at koma inn aftur í dystin, men okkara kvinnur høvdu fult tamarhald á, og uppiborni sigurin kom ongantíð í vanda eftir hetta.

Eitt serstakuliga flot avrik, har spælið í løtum var flott, og har liðandin og stríðsviljin alla tíðina var til staðar á liðnum.

Dysturin vísti eisini greitt, hvussu stór framgongdin hjá okkara kvinnum hevur verið seinasta árið, og helst er hetta eisini ein ávaring til hini liðini.

Ikki minst var tað eisini hugaligt, at ikki færri enn tvær av okkara kvinnum fingu sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. Marjun Danielsen fekk sín fyrsta dyst frá byrjan á høgra bakki, og Eydna Hansen var skift inn fram móti dystarenda.

 

KOYRIÐ Á HVÍTAR !!!

 

1. Deild Kvinnur, 15. umfar sunnudagin 28. aug kl. 15.00 á Skála


EB-Streymur/Skála – B36 0 – 2 (0 – 0)

 

0 – 1 Vár Næs 50'

0 – 2 Sunnrið E. Nielsen 68'

 

Gult kort.

Ásla Johannesen 57'

Elisabet Vang 86'

 

Hópurin.

Jóna Nicolajsen – Marjun Danielsen, Súsanna M. Hansen(liðsk.), Sunnrið E. Nielsen, Silja R. Róin – Elisabet Vang, Kristianna Balle, Vár Næs(Eydna Hansen 86') – Emma Hansdóttir(Anitha K. Mortensen 82'), Sarita M. Mittfoss, Ásla Johannesen

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan