Tryggur sigur í Fuglafirði
Mánadagur, 22. august 2016 07:57

Veðrið var av tí besta, og tað var úrslitið eisini, tá okkara kvinnur í gjár vunnu týdningarmikla útidystin móti samansetta liðnum hjá ÍF og Víkingi

 

 

Vit settu okkum beinavegin á dystin. Spælið var flott, og kvinnurnar høvdu fult tamarhald á mótstøðuni allan fyrra hálvleik.

Eftir lítlum koreri komu vit á odda. Uppspælið var í høgru, og tá Sarita legði væl innfyri, kundi Ásla prika bóltin í netið.

Tíggju minuttir seinni gjørdist tað til 2-0, tá Silja stútaði hornaspark frá Áslu í meskarnar, og tá góður hálvur tími var farin, komu vit upp á 3-0. Hesa ferð var talan um fríspark, men uppskriftin var neyvt tann sama sum til 2-0. Ásla legði innfyri, og aftur var pannan hjá Silju fyrst á, soleiðis at høgri bakkurin gjørdist tvífaldur málskjútti á degnum.

Alt í alt var talan um sera væl spældan fyrra hálvleik fyri okkara viðkomandi. Tað bar við sær, at vit mest sum høvdu avgjørt dystin, og hetta sást eisini aftur eftir steðgin, har leikferðin var væl lægri.

Heimaliðið royndi at leggja trýst áokkum, men tað eydnaðist ongantíð av álvara, og hóast einstakar góðar royndir frá báðum pørtum, so komu fleiri mál ikki í dystinum.

 

1. Deild Kvinnur, 14. umfar sunnudagin 21. august kl. 12.30 í Fuglafirði:

 

ÍF/Víkingur – B36 0-3 (0-3)

0 – 1 Ásla Johannesen 14'

0 – 2 Silja R. Róin 24'

0 – 3 Silja R. Róin 33'

 

Hópurin.

Vivian Spange Larsen – Silja R. Róin, Sunnrið E. Nielsen, Súsanna M. Hansen (L), Elsa Anna Mohr – Elisabet Vang, Kristianna Balle (Emma Hansdóttir 65') – Sarita M. Mittfoss, Vár Næs (Anitha K. Mortensen 81') Ásla Johannesen – Brynja Høj 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan