Ruddaðu eftir steðgin
Hósdagur, 23. juni 2016 11:37

Tú skuldi næstan ikki trúð, at tað vóru somu kvinnur, sum spældu báðar hálvleikirnar, tá vit sunnudagin tóku móti ÍF/Víkingi

 

 

Fyrri hálvleikur var ikki serliga væl spældur frá okkara síðu. Hugflogið var lítið og samspælið enn enn, og tað var uppiborið, at gestirnir komu á odda. Jensa Olsen sendi eina snilda lob avlevering til Daniu Olsen. Jóna bjargaði fyrstu royndini, men Dania fylgdi sjálv upp, og so stóð 0-1 á talvuni, tá farið varð til hálvleiks.

 

Tað var púrasta greitt, viljin var øðrvísi og størri hjá okkum, tá farið varð undir seinna hálvleik.

Kvinnurnar komu nú á vøllin við buldur og brak. Tær trýstu gestirnar í botn og spældu seg fram til fleiri møguleikar. Og tað skuldi vísa seg, at nógvu venjingarnar við deyðbóltsstøðum brádliga góvu bonus.

Útjavnandi málið skeyt Emma Hansdóttir eftir 68 minuttum, tá hon við beinleiðis hornasparki skoraði sítt fyrsta mál í bestu deildini yvirhøvur. Tíggju minuttir seinni sendi Ásla innskrúva hornaspark tætt undir málið, og aftur hesa ferð sigldi innleggið beina leið í netið.

So vóru vit á odda, og nú gekk skjótt. Ásla sendi aftur horna innfyri, og hesa ferð stútaði hart kroystur verjuspælari bóltin í egið net. Sarita M. Mittfoss økti móti dystarenda, tá hon var fyrst á returbólti eftir langskot, og í yvirtíðini kom liðskipanin, Súsanna M. Hansen, framvið úr miðverjuni. Hon fekk gott pláss, og av brotsteigarmarkinum langaði hon bóltin dygst úti við stólpan.

Frálíkur vilji frá kvinnur okkara og eitt serstakliga gott tekin frá kvinnunum um, at dysturin er aldrin liðgur fyrr enn dómarin bríkslar av. Eitt strálandi gott úrslit, at fara í summarsteðgin uppá.

 

Koyr á B36!

 

1. Deild Kvinnur, 12. umfar sunnudagin 19. juni kl. 14.00 í Gundadali

B36 – ÍF/Víkingur 5-1 (0-1)

0-1 Dania Olsen 12'

1-1 Emma Hansdóttir 68'

2-1 Ásla Johannesen 79'

3-1 Sjálvmál 83'

4-1 Sarita M. Mittfoss 90'

5-1 Súsanna M. Hansen 90' +1

 

Hópurin

Jóna Nicolajsen, Vár Næs, Brynhild Haraldsen, Elisabet Vang, Ásla Johannesen, Sarita M. Mittfoss, Súsanna M. Hansen (L), Emma Hansdóttir(Sunnrið E. Nielsen 75'), Silja R. Róin(Elsa Anna Mohr 85') Sólbjørt Høj, Brynja Høj(Marjun Danielsen 90')

 

Óbrúktir eykaleikarar

Barba Svabo Hansen, Anitha K. Mortensen

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan