Bestar i høvuðsstaðnum
Mánadagur, 13. juni 2016 07:50

Framgongdin hjá besta kvinnuliðnum stendur við. Sunnudagin gjørdist tað til sannførandi sigur móti grannunum úr HB

 

 

Menninir hjá okkum kundu helst lært nakrar lutir, um teir vórðu sitandi eftir í Gundadali, tá mansdysturin sunnudagin var av.

Talan var aftur um grannauppgerð, og tað stóð skjótt greitt, at kvinnurnar hjá okkum ikki høvdu nakrar ætlanir um ein málleysan javnleik.

Ein hart arbeiðandi Brynja Høj gekk á odda í álopinum, og longu eftir fimm minuttum fekk hon hol á. Brynja fekk bóltin í vinstru, smoygdi sær inn um fyrsta verjuspælaran, og tá restin av verjuni bakkaði, varð bólturin bara sendur flatt inn við nærmara stólpanum.

Vit hildu á við ágangandi spælinum, og tað hevði ikki verið nakað forgjørt í, um vit eisini øktu um leiðsluna, men seinastu løtuna undan steðginum, kom HB brádliga betur við.

Einar tvær ferðir var heilt nær við, og tá Lív Arge drønstútaði innlegg úr høgru í handara síðunet, tóktist HB veruliga at vera á veg aftur í dystin.

Tað tók tó ikki langa tíð, áðrenn vit aftur tóku yvir. Og dygst undan steðginum var Brynhild M. Haraldsen hægst eftir hornaspark.

Eftir steðgin høvdu vit fyri tað nógva tamarhald á. Silja Róin økti til 3-1, tá hon hálvgum trýsti eitt hornasparksinnlegg seinasta pettið um strikuna.

HB fekk møguleikan at minka úr 11 metrum, men Jóna Nicolajsen tveitti seg rætta vegin og bjargaði brotssparkinum, og so kundi Sarita Maria Mittfoss seta eitt flott punktum, tá hon stríddi seg ígjøgnum í vinstru, áðrenn hon í einum bleytum boga sendi bóltin út um málverjan og inn um stólpan. Framúrskarandi vakurt!.

So var leyst og liðugt hjá okkum, og fagnaðurin gjørdist ikki minni, tá HB enn einaferð fekk brotsspark, sum hesa ferð varð sent víð síðurnar av.

Sigurin ber við sær, at vit nú bert eru eitt stig frá bronsuplássinum.

 

HB-B36 1-4 (1-2)

0-1: Brynja Høj, 5.

1-1: Lív Arge, 39.

1-2: Brynhild M. Haraldsen, 43.

1-3: Silja Róin, 64.

1-4: Sarita Maria Mittfoss, 85.

 

B36: Jóna Nicolajsen, Vár Næs, Brynhild M. Haraldsen, Elisabet Vang, Ásla Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Súsanna Maria Hansen, Emma Hansdóttir (Sunnrið Nielsen, 60.), Silja Róin, Sólbjørt Høj (Súsanna Samró, 51. (Anitha Mortensen, 73.)), Brynja Høj

Á beinkinum uttan at koma inn: Marjun Danielsen, Barba Hansen

 

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan