Tryggur sigur á Svangaskarði
Mikudagur, 01. juni 2016 07:51

alt

Kvinnur okkara vóru sunnudagin á vitjan á Toftum

 

 

Kvinnur okkara byrjaði dystin væl, og tær settu seg beinanvegin á tað mesta. Vit høvdu fult tamarhald á spælinum, og hópin av møguleikum spurdust burturúr, men vit máttu bíða til hálvan hálvleikin, áðrenn tað eydnaðist Vár Næs at leggja okkum á odda.

Nakað fyri steðgin høvdu vit gyltan møguleika at økja, men brotssparkið varð misnýtt, men skaðin varð tó avmarkaður. Fáar minuttir seinni skoraði Elisabet Vang nevnliga við góðum skoti, og so stóð 0-2.

Eftir steðgin var leikferðin ikki tann sama. Vit høvdu ikki longur fyri neyðini at trýsta mótstøðuna so øgiligt, og hinvegin megnaðu vertirnir heldur ikki at leggja okkum undir tað stóra trýstið.

Mótstøðu liðið royndi seg nógv við at spæla bóltin djúpt aftur um verjuna, men har varð væl ruddað upp av frálíkari verjuni hjá okkum. 

Bæði liðini høvdu nakrar góðar støður, men flestu royndirnar vóru tó langskot, har einki spurdist burturúr.

Samanumtikið ein uppiborin sigur, sum varð grundlagdur í einum góðum fyrra hálvleiki, meðan útfallið eftir steðgin var í størra lagi. Men tað kostaði einki hesaferð, og tí er avrikið avgjørt góðkent.

 

1. Deild Kvinnur, 9. umfar sunnudagin 29. mai kl. 17.30 á Svangaskarð

 

B68 - B36 0-2 (0-2

 

1 - 0 Vár Næs 27’

2 - 0 Elisabet Vang 42’

 

Hópurin

Jóna Nicolajsen, Vár Næs, Brynhild Haraldsen, Sunnrið E. Nielsen, Elisabet Vang, Ásla Johannesen, Súsanna Maria Hansen (L), Emma Hansdóttir(Anitha Mortensen 56’), Silja R. Róin(Súsanna Samró 54’), Sólbjørt Høj, Brynja Høj

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan