Bronsustríðið er harðnað
Mánadagur, 10. september 2012 18:10

Eitt stig frá bronsuplássinum.Tað er støðan hjá B36 U16, nú fýra dystir eru eftir at spæla í meistarabólkinum. Dreingirnir vunnu 2-1 á 07 Vestur um vikuskiftið


Tað var miðskeiðis í fyrra umfarinum, at B36 kom á odda. John í Innistovu snaraði bóltin beinleiðis í netið, tá hann sendi fríspark inn fyri málið úr vinstru. B36 hevði havt fult tamarhald á dystinum fyrstu løtuna. Gestirnir fingu óneyðugt brotsspark eftir fáar minuttir, men lukkutíð misnýttu teir úr ellivu metrum. 

B36 spenti álopsbogan hesaferð, og liðið spældi seg til fleiri upplagdar møguleikar. Kortini vóru okkara hvítklæddu ikki nóg neyvir, tá kjansirnir komu. 

Tað var heldur ikki í tráð við leikgongdina, at 07 Vestur javnaði fáar minuttir fyri steðgin. Tríggir verjuspælarar kundu ikki einast um, hvør skuldi sparka bóltin av vandaleið, tá ein vágamaður fór avstað við bóltinum og spældi bóltin til viðspælara, sum var fríur móti málverjanum. 

Sama ferð var ikki á spælinum eftir steðgin. Tað var kortini ikki óuppiborið, at Suni Højgaard sendi B36 á sigurskós. Hann fór til stroks í vinstra borði, sneiddi nakrar mótleikarar av og sendi bóltin í handara síðunet. 

Fyri tveimum vikum síðani tveitti B36 tvey stig fyri borð, tá Víkingur vitjaði í Gundadali. Okkara dreingir vóru tá á odda 2-0 í hálvleikinum, men stóðu eftir við einum stigi tá avtornaði. Hesaferð lukkaðist at stríða seg til øll stigini, og tað var væl og virðiliga uppiborið. Gestirnir úr Vágum megnaðu ongantíð at seta heimaliðið undir veruligt trýst. Okkara dreingir hava rós uppiborið fyri tað. 

Bronsustríðið harnaði hetta vikuskiftið, tí KÍ vann á HB. Støðan er tann, at reyðu og svørtu grannarnir eru á triðja plássi við 17 stigum. B36 hevur 16 stig, og KÍ er nummar fimm við 14 stigum. 

Mótstøðuliðið komandi vikuskiftið er EB/Streymur. Tann dysturin verður spældur við Margáir í Streymnesi. 

B36 – 07 Vestur 2-1 (1-1) 
1-0: John í Innistovu 
1-1: 
2-1: Suni Højgaard 

B36: Aksel Berg – Teitur Olsen, Knútur Jóannesarson, Heini Johannesen, Neli Heldarskarð – Benjamin Heinesen, John í Innistovu (Dánjal K. Hansen) – Rúni Lave, Áki Højgaard (Vensil Djurhuus), Suni Højgaard – Kristian Oliversson 
Gult kort: Benjamin Heinesen, Kristian Oliversson og John í Innistovu 
Venjari: Uni Holm Johannesen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan