U16 á bronsuplássi
Mikudagur, 20. juni 2012 07:03

U16 dreingir okkara stóðu seinasta vikuskifti fyri mest yvirraskandi úrslitinum í U16 kappingini í ár, tá teir við 2-0 sigri vunnu á FM-favorittunum úr Rúnavík

 

 

Leygardagin var KÍ á vitjan. KI var lítil favorittur áðrenn dystarbyrjan, og teir byrjaðu eisini betri. KÍ var spælstýrandi í fyrra hálvleiki, ímeðan B36 dúvaði uppá kontraálop.

Seinni hálvleikur var ein heilt annar. B36 setti seg á dystin frá fyrsta bríksl, og eftir 10 minuttum var tað Benjamin Heinesen sum eftir frísparksinnlegg fekk potað bóltin forbí málverjan. Lítla løtu seinni gjørdist Rúni Lave púra leysur eftir fríspæling av Benjamin, og hann var eirindaleysur, og so stóð 2-0. Seinastu løtuna kundu okkara fingið fleiri mál.

 

Fyri 10 vikum síðan møttust liðini bæði í steypakappingini, og tann dystin vann KÍ heili 5-0. So annað vikuskifti á rað gjørdist talan um trý yvirraskandi stig í pottin, og hetta hevur við sær, at okkara dreingir liggja á bronsuplássinum í landskappingini.

 

Úrtøkan eftir 6 dystir er 12 stig.

 

Leygardagin er seinasti dystur áðrenn summarferiuna. Tá taka okkara ímóti grannunum úr HB!

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Argir

    
    fríggjadagin 22. juni kl

  -----------------

2. deild menn

 07 Vestur - B36 - leygard. 23.06 kl.

  -----------------

U21 dreingir

AB - B36 - mánad 18.06 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála - sunnud. 24.06 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, HB-B36 2-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan