U16 eigur fyrsta steypið í ár
Sunnudagur, 10. juni 2012 11:30

U16 lið okkara skaptu sensatiónina og vunnu á oddaliðnum NSÍ

 

 

Tað vóru nokk ikki mong, ið ivaðust í, at NSÍ fór avstað við øllum stigunum á stevnudystinum í gjár. Tað hava teir gjørt í øllum teimum undanfarnu dystunum í landskappingini.

Men soleiðis skuldi ikki vera - á sjálvari eystanstevnuni.

 

Tað var eitt skert B36 lið, sum fór til Rúnavíkar. Men gleðiligt er at síggja, at maður kemur í mans stað.Og tað var ikki minni enn eitt satt bragd, sum okkara dreingir framdu.

Ì besta Landskrona stíli, vardu okkara mannliga dystin á tamb, og sigast má, at okkara dreingir kendu sína vitjunartíð.

Tí tá 7 min. restaðu í, fóru okkara í skjótálop, eftir at Rúnavíkingar vóru blivnir í so grammir, og so blivu teir straffaðir. Rúni Lave bleiv rendur um koll, og dómarin Dagfinn Forná ivaðist ikki, brotsspark!

Liðskiparin Benjamin Heinesen tók ábyrgdina og seg, og hann sveik ikki, og so var 1-0 og sensatiónin lúrdi.

Og í seinastu minuttunum, skoraðu okkara enn eitt mál. Eftir hornaspark, sum mundi vera okkara einasta í dystinum, smekkaði Kristian Oliversson bóltin í nettakið.

Trý sera týdningarmikil stig, og av tí, at talan var um stevnudyst, so var steypahandan aftaná dystin.

 

Ein manfólkainnsatsur av okkara dreingjum, sum enn einaferð hava víst, at stríðsviljin kann bera langt. Dreingir okkara hava fingið góða byrjan, og hava nú níggu stig eftir fimm dystir.

Torført er at taka einstakar leikarar burturúr, tá liðinnsatsurin er so góður sum hesaferð, men tað slepst ikki undan, at liðskiparin Benjamin Heinesen, sum leikti í miðverjuni, var ein sannur brandur allan dystin.

John í Innistovu var eisini ein av lyklaleikarunum í dag. Miðvallarin var stríðshugaður, og við sínum kvikleika var hann við til at gera tað trupult hjá rúnavíkingum at koma ígjøgnum.

 

Komandi leygardag er lagt upp til spennandi uppgerð, tá okkara dreingir taka ímóti KÍ.

 

Frálíkt dreingir - haldi á fram.

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan