Innskiftarin var stóra hetjan
Skrivað av Superadmin   
Sunnudagur, 27. mai 2012 21:34

 

Hýrurin var sjáldsama góður á okkara dreingjum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í góðveðrinum í Sandavági leygardagin. Tað var ikki uttan orsøk. Tað, sum eina løtu vendi niður, vendi upp tá avtornaði. Mótstøðumenninir vóru heldur óuppiborið á odda 2-1, tá fáir minuttir restaðu í, men B36 fekk tvey mál seinastu løtuna og skavaðu trý stig afturat undir seg.


B36 U16 var á vitjan hjá 07 Vestur hesaferð. Okkara dreingir løgdu bragdligari fyri og søktu fleiri ferðir at málinum hjá vertunum, men neyvleikin manglaði. Tað var málleyst í hálvleikinum. Liðskiparin Benjamin Heinesen fekk loksins hol á, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Miðvallarin hevði runnið seg í góða støðu, tá Suni Højgaard sendi honum bóltin úr vinstru.

Eftir lítlari løtu var heimaliðið brádliga á odda. Heimaliðið fekk tvey brotsspørk, og málverjin Aksel Berg ikki hevði nakran møguleika at verja fyri.

Men sama um andróðurin varð sera tungur, fekk tað kortini ikki okkara spælarar at falla í fátt og kasta frá sær. Ein øgilig orka varð løgd í at svara aftur. Tað eru eisini rættir menn, sum herja á.

Innskifti Kristian Oliversson, sum var við aftur eftir leikbann, fór tá at gera bart. Framherjin stýrdi fyrst bóltinum í netið eftir innlegg, og bara tveir minuttir seinni drønstútaði hann B36 á sigurskós. Tað var eftir frálíkt upplegg frá John í Innistovu, at Kristian Oliversson kom at standa væl fyri í brotsteiginum.

Við sigrinum hevur B36 kastað seg í stríðið millum ovastu liðini í meistarabólkinum. Úrtøkan er seks stig fyri tríggjar dystir. Næstu ferð vitjar EBS/Skála, sum enn hevur síni fyrstu stig til góðar, í Gundadali.

07 Vestur – B36 2-3 (0-0)
0-1: Benjamin Heinesen, 58.
2-2: Kristian Oliversson, 72.
2-3: Kristian Oliversson, 74.

B36 U16: Aksel Berg – Vensil Djurhuus, Knútur Jóannesarson, Steingrímur Hallsson, Neli Heldarskarð – Rúni Lave, Teis Horn Rasmussen, Benjamin Heinesen, Suni Højgaard – Áki Højgaard – John í Innistovu
Teitur Olsen, Heini Johannesen og Kristian Oliversson komu inn.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan