U16 skalaðu ikki FM-biðlunum
Skrivað av Superadmin   
Týsdagur, 22. mai 2012 16:55

 

B36 U16 stóð ikki FC Suðuroy kurl hesaferð, og tað var uppiborið, at FM-favorittarnir vunnu øll stigini í Gundadali í hóskvøldið. Sigurin var kortini óneyðuga stórur.


Úrslitið var 4-1. Gestirnir úr Suðuroy skutu tvey mál í hvørjum umfari – tvey í fyrra hálvleiki, og tvey í seinna hálvleiki. Rúni Lave skjeyt einsamalla málið hjá B36.

B36-liðið var skert hesaferð. Kristian Oliversson var leikbannaður, og Rói Berg Hansen, sum hevur roynst væl seinastu dystirnar, hevur tíverri boðað frá, at hann spælir ikki aftur í ár.

Mótstøðumenninir skoraðu stutt fyri steðgin, og aftur beinanvegin eftir hvíldina, og tað tóktist taka luftina úr B36 eina løtu. Tað var tó skjótt, at heimaliðið kom fyri seg aftur. Serliga hugaligt var, at okkara dreingir hildu fram at stríðast, hóast munurin var trý mál.

B36 U16 hevur trý stig fyri tveir dystir. Næstuferð er 07 Vestur á skránni. Tann dysturin verður spældur í Vágum tann 26. mai.

B36 – FC Suðuroy 1-4 (0-2)
Dómari: Pætur Albinus
1-3: Rúni Lave
B36: Aksel Berg – Vensil Djurhuus, Suni Højgaard, Knútur Jóannesarson, Neli Heldarskarð – Teitur Olsen, Steingrímur Hallsson, Benjamin Heinesen, Rúni Lave – Teis Horn Rasmussen – Áki Højgaard

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan