Stríðshugurin bar á mál
Skrivað av Superadmin   
Týsdagur, 15. mai 2012 15:07

 

Tú røkkur langt við at hava hjartað á røttum stað!


Tað fekk U16 at sanna seinnapartin, tá liðið stríddi seg til kærkomnan sigur í Leirvík. Við sigrinum hevur B36 lagt væl frá landi í meistarabólkinum.

Víkingur var meira á bóltinum í fyrra umfari, men tað var bara einaferð, at Aksel Berg, sum vardi málið hjá B36, varð settur undir trýst av álvara. Tá bjargaði hann eisini meistarliga.

Liðskiparin Benjamin Heinesen var aftur dukandi hjartað á miðvøllinum hesaferð. Viljasterki miðvallarin vann eina rúgvu av nærdystum og tóku eisini lut í framrættaða spælinum, tá høvið var til tað. Teis Horn Rasmussen, sum spældi undir liðini á Benjamin Heinesen, var eisini raskur bóltvinnari á miðvøllinum.

Í seinna hálvleiki kom B36 fyri seg og spældi seg til fleiri upplagdar møguleikar. Tólv minuttir restaðu í, tá tað loksins brast fyri nev.

Tá fór Kristian Oliversson í hernað móti verjuni hjá Víkingi. Hann var komin upp í ferð, tá hann smoygdi bóltin fram við einum verjuspælara, sum toygdi seg í hvørjari lykkju fyri at byrgja renniteinin hjá framherjanum av. Oliversson rann seg í skotstøðu og kom at standa einsamallur við málverjan. Av brotsteigarmarkinum var hann ivaleysur og rullaði bóltin fram við hjálparsleysa málverjanum. 

Bara tveir minuttir seinni var sami Kristian Oliversson vístur av vølli fyri kjaftaslit. Verjuparturin, sum Vensil Djurhuus, Suni Højgaard, Knútur Jóannesarson og Neli Heldarskarð mannaðu, lat seg kortini ongantíð hótta – sæð burtur frá einum møguleika í seinastu sekundunum, tá Aksel Berg var knappur og aftur vardi meistarliga fyri.

Fleiri má komu ikki, og B36 hevur vunnið sær fyrstu trý stigini í fyrstu royndini í meistarabólkinum. Mótstøðuliðið hósdagin er FC Suðuroy, sum vann heili 5-1 á HB í dag.

Víkingur – B36 0-1 (0-0)
0-1: Kristian Oliversson, 68.
B36: Aksel Berg – Vensil Djurhuus, Suni Højgaard, Knútur Jóannesarson, Neli Heldarskarð – Teitur Olsen, Benjamin Heinesen, Teis Horn Rasmussen, Kristian Oliversson – Rói Berg Hansen – Áki Højgaard
Dánjal K. Hansen og Rúni Lave komu inn.
Gult kort: Benjamin Heinesen, Teis Horn Rasmussen, Kristian Oliversson
Reytt kort: Kristian Oliversson, tvey gul

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan