U16 skrivaði søgu
Skrivað av Jákup Mørk   
Mikudagur, 02. mai 2012 20:07

B36 U16 er fyrsta liðið nakrantíð, sum hevur vunnið ein skrásettan dyst á vøllinum við Stóra í Trongisvági. Síðsta mikudag vunnu okkara dreingir 4-2 á TB/Royn í fyrsta dystinum, sum er spældur har



Áki Højgaard skjeyt B36 á sigurskós miðskeiðis í fyrra umfarinum, og hann er sostatt eisini fyrsti málskjúttin á nýggja vøllinum. Sami Áki Højgaard økti um leiðsluna til 2-0, áðrenn Suni Højgaard sendi beinleiðis fríspark í netið stutt fyri steðgin. Heimaliðið svaraði aftur við tveimum málum í seinna hálvleiki, men tá Rói Berg Hansen kom á máltalvuna eftir fínt einstaklingaavrik fór luftin úr suðuroyingunum.

B36 U16 spældi seg við sigrinum víðari í meistarabólkin. Tað skyldast millum annað eisini, at Fótbóltssambandið gav B36 viðhald í kæruni um, at HB B, sum var styrkt við fleiri spælarum frá A-liðnum til henda dystin, hevði brúkt ólógligan spælara í grannauppgerðini, sum teir reyðu og svørtu annars vunnu 2-0 tann 21. apríl.

B36 fer víðari úr undanbólkinum við 10 stigum.

TB/Royn – B36 2-4 (0-3)
0-1: Áki Højgaard, 17.
0-2: Áki Højgaard, 36.
0-3: Suni Højgaard, 38.
1-3: Bjórgvin Sveinbjørnsson, brts., 53.
2-3: Bjórgvin Sveinbjørnsson, 55.
2-4: Rói Berg Hansen, 66.
 B36: Aksel Berg – Anton Højgaard, Suni Højgaard, Knútur Jóannesarson, Neli Heldarskarð (Vensil Djurhuus) – Rúni Lave (Teis Horn Rasmussen), Benjamin Heinesen, Steingrímur Hallsson, Teitur Olsen (Dánjal Hansen) – Rói Berg Hansen – Áki Højgaard

Endaliga støðan í bólki 4:

1. Víkingur, 12 stig
2. B36 A, 10 stig
3. TB/Royn, 6 stig
4. HB B 6 stig

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan