Bara málið manglaði
Skrivað av Jákup Mørk   
Leygardagur, 14. apríl 2012 19:58

Gott spæl og upplagdir møguleikar – men málið manglaði.



B36 U16 fekk bara eitt stig burtur úr dystinum seinnapartin, tá Víkingur vitjaði í Gundadali. Okkara dreingir høvdu uppiborið betur, men tað fær tíverri ikki verið øðrvísi, tá upplagdir kjansir verða misnýttir. Úrslitið var 1-1.

Hóast B36 var nær við í fleiri førum fyri steðgin, so vóru tað gestirnir, sum løgdu seg á odda. Tá var fyrra umfarið hálvrunnið.

Okkara dreingir sótu á tí mesta í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist loksins at fáa hol á málskjótina, tá Suni Højgaard hegnisliga prikaði bóltin fram við málverjanum. Seinastu løtuna spældi B36 seg til fleiri upplagdar støður, men meira spurdist ikki burturúr.

B36 U16 spælir aftur í Gundadali komandi leygardag. Tá verður grannauppgerð móti HB.

B36 – Víkingur 1-1 (0-1)
0-1:
1-1: Suni Højgaard, 68.
B36: Aksel Berg – Vensil Djurhuus, Steingrím Hallsson, Knútur Jóannesarson, Neli Heldarskarð – Teitur Olsen, Benjamin Heinesen, Teis Horn Rasmussen, Rúni Lave – Suni Højgaard – Kristian Oliversson.

Dánjal K. Hansen, Rói Berg Hansen og Áki Højgaard komu á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan