Rutinan vann í grannauppgerðini
Hósdagur, 28. mai 2015 21:11

Í gjár spældu teir triðbestu hjá okkum móti teimum næstestu hjá HB

 

2. deildarlið okkara telur fyri tað nógva spælarar, sum í dag meira hava fótbóltin sum hugnaligt ítriv. Tað skerst tó ikki burtur, at rutinan á liðnum er nógv, og eitt nú mugu menn sum Jan Guttesen, Jákup Martin Joensen og ikki minst Klæmint Matras roknast sum heilt garvaðar rottur í føroyskum fótbóltshøpi.

 

Og hetta var eisini nóg mikið móti næst besta liðnum hjá HB, sum hevur treytaleyst mál um at flyta upp aftur í 1. deild. Í øllum førum máttu ósunnaru grannarnir ásanna, at tað er ikki bara-bara, tá roynt verður at berjast móti royndum og seigum monnum.

 

Bert eitt mál kom í dystinum. Ógvuliga hóskandi var tað Jan Mølvad Laursen, sum skeyt tað. Jan er annars venjari hjá heilt ungum HB’arum, men á vøllinum er hann í hvítum, og sum toppskjútti hjá okkum monnum hevur hann munað væl í álopinum.

 

Úrslitið ber við sær, at okkara menn nú eru á sætta plássi í deildini. Teir hava 13 stig fyri seks dystir.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan