Sannførandi stórsigur á Sundalagsmonnum
Fríggjadagur, 23. august 2013 13:00

Tað er nógv sum bendir á, at B36 verður umboðað í 2. deild komandi ár. Royndu garparnir á 3.liði eru greitt á odda í meistarabólkinum í 3. deild, seks umfør eru eftir í landskappingini. Fyrsti dystur eftir summarfrítíðina bleiv spældur á Tórsvølli seinasta leygardagin, og triðja lið vant burtur úr EB/Streymi. Úrslitið gjørdist heili 8-1 eftir 5-0 í hálvleikinum

 

B36 legði út sum eitt óløgi og longu eftir sløkum 20 minuttum vóru vit á odda 4-0 við tveimum málum frá arbeiðsplógvuni Heina í Skorini og ísakalda skarprættaranum Sjúrði K. Thomassen.

Vit høvdu eina sterka manning henda dagin, sum taldi nógvar spælarar, sum hava roynt seg í bestu deildini í Føroyum. Ein teirra, einasti P.h.D studenturin á miðvøllinum, fekk reytt kort longu eftir 25 minuttir, so vit vóru undirmannaðir í heili 65 minuttir.

Styrkismunurin vóru kortini so eyðsýndur á liðunum, at vit hildu fram við at hava stóra yvirvág og skaptu málmøguleikar í hópatali. Tað sigur ikki lítið, at vit vóru undirmannaðir í samfullar 65 minuttir og kortini vunnu 4-1 í hesum tíðarskeiði. Fótbóltsspælið var til tíðir heilt gott og sigurin kundi verið væl størri, tí vit raktu træverkið fleiri ferðir.

3. lið hjá B36 er í løtuni átta stig fremst í 3. deild. Næsta fetið móti uppflytingin er næsta leygardag, tá vit møta Víkingi b í Sarpugerði í Gøtu.

 

B36-EB/Streymur 8-1 (5-0)

1-0   Sjúrður K. Thomassen

2-0   Heini í Skorini

3-0   Sjúrður K. Thomassen

4-0   Heini í Skorini (brts)

5-0   Kristian Gustafsson

6-0   Sjúrður K. Thomassen

7-0   Johnny Samuelsen

8-0   Tróndur Vatnhamar (brts)

 

Tróndur Vatnhamar – Páll Holm Johannesen- Bárður Hofgaard Joensen- Fróði Clementsen-Carl Eli N. Samuelsen – Kristian Gustafsson, Heini í Skorini, Rógvi Róin, Jákup Martin Joensen, Johnny Samuelsen – Sjúrður K. Thomassen

Eyka: Hans Jacobsen, Leivur Frederiksen, Regin Arge og Patrick Larsen

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan