3. deild við fullari ferð
Leygardagur, 01. juni 2013 13:31

Hóast hópurin var eitt sindur skerdur, so hevði B36 ikki stórvegis trupulleikar av Víkingi B, sum vitjaði fríggjakvøldið

 

Á liðnum hjá Víkingi B eru fleiri profilar, sum hava eina stóra fortíð í føroyskum fótbólti, men hetta vísti seg ikki at nerva okkara menn tað heilt stóra.

Dysturin var ikki meira enn góðan minutt gamal, tá mistak í Víkinga-verjuni endaði við, at Magni á Lakjuni varð spældur púra blankur, og hann sveik ikki álitið.

Magni átti tó besta málið á degnum tilgóðar. Víkingur royndi at hótta, og okkara menn høvdu eisini onkrar royndir, áðrenn Magni tók sakina í egnar hendur í 27. minutti. Bæði Víkinga-málverjin og restin av monnunum annars bíðaðu eftir innleggi, tá Magni fekk fatur á langari sending niðan í vinstra borð. Men Lakju-maðurin vildi tað øðrvísi. Staddur úti við síðulinjuni hamraði hann til, og hóast Sunvard Joensen toygdi seg í hvørjari lykkju, so kundi hann ikki forða bóltinum í at sníkja seg um stólpan.

Lítla løtu seinni gjørdi Klæmint Matras tað til 3-0, tá hann var fyrstur á returi eftir skotroynd frá Sjúrði Thomassen, og so var at kalla leyst í liðugt.

Ikki tí. Eftir steðgin hóttu Víkingarnir, men hóast hálvskaddur, so stóð Tróndur Vatnhamar sum kinverski múrurin í málinum. Tvær ferðir vardi hann fyri, tá mótstøðumenn vóru púrasta blankir, og eisini tók hann eitt brotsspark, sum varð dømt. Beint fyri dystarlok fekk Magni sítt hat-trick, tá hann einsallur við málverjanum lobbaði bóltin í meskarnar.

Við hesum hava okkara menn nú 9 stig eftir tríggjar dystir. Næsti dysturin verður á útivølli móti 07 Vestur.

 

B36-Víkingur b 4-0 (3-0)

1-0: Magni á Lakjuni

2-0: Magni á Lakjuni

3-0: Sjúrður Thomassen

4-0: Magni á Lakjuni

 

Liðið: Tróndur Vatnhamar, Páll Holm Johannesen, Arnbjørn Danielsen, Herbert í Lon, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Johnny Samuelsen, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Jákup Martin Joensen, Sjúrður Thomassen, Magni á Lakjuni, Hanus Mikkelsen, Brian Fossabrúgv

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan