3. lið fulla úrtøku í endaspælinum
Týsdagur, 28. mai 2013 12:22

3. lið hevur fulla úrtøku eftir tveir teir fyrstu dystirnar í endaspælinum. Leygarkvøldið vunnu okkara men 3-2 á Víkingi A í Leirvík, og seinasta vikuskiftið vann triðja lið heili 7-3 á útivølli móti EB/Streymi.


3. lið manglaði fleiri týðandi leikarar leygarkvøldið móti Víkingi, og tí vóru nakrir leikarar við fyri fyrstu ferð. Hugburðurin hjá øllum leikarum var aftur framúr. Allir mans stríddust mannliga allan dystin á tamb móti væl yngru Víkingaleikarunum, har elsti leikarin neyvan var eldri enn 20-21 ár.

Ein sera væl leikandi Aksel Berg, ið hevði fleiri frálíkar bjargingar, og ein væl skipað verja vóru fundamentið undir sigrinum. Ein stríðshugaður miðvøllur og sera vandamikli Magni á Lakjuni gjørdu eisini sítt tíl, at felagliðið í Gøtu og Leirvík stóð eftir við ongum, hóast teir tveir reisur frammanfyri. Hóast Víkingur hevði bóltin meira, og óivað runnið fleiri metrar enn okkara menn, so høvdu vit tol og slerdu til, tá ið vit høvdu møguleikan.

Tað eru nógvir dystir at spæla í triðju deild í ár. Fyrst eitt bólkaspæl við seks dystum, og nú 14 dystir í endaspælinum. Hetta merkir, at dystur er hvørt vikuskifti, og tá er ógvuliga týdningarmikið at hava ein breiðan hóp, tí tað liggur ikki fyri hjá øllum leikarum at spæla hvørt vikuskifti heilt fram til fyrst í oktober mánaði.

Komandi vikuskiftið tekur 3. lið ímóti Víkingi B, sum eisini hava fingið fulla úrtøku báðar teir fyrstu dystirnar. Tá staðfesta vit okkara oddastøðu og leggja okkum einsamallir á odda í 3. deild.

Hagtøl:

Víkingur A – B36 2-3 (1-1)
1-0
1-1 Johnny Samuelsen
2-1
2-2 Magni á Lakjuni
2-3 Magni á Lakjuni

Aksel Berg – Gudjón Gudjohnsen, Egin Høgnesen, Arnbjørn Danielsen, Agnar Højgaard – Páll Holm Johannesen, Leivur Frederiksen, Djóni N. Joensen, Johnny Samuelsen, Carl Eli N. Samuelsen – Magni á Lakjuni

Eyka: Regin Arge

Fríggjakvøld

EB/Streymur – B36 3-7 (2-2)
1-0
1-1 Jákup Martin Joensen
1-2 Hanus Mikkelsen
2-2
2-3 Sjúrður Thomassen
3-3
3-4 Sjúrður Thomassen
3-5 John Petersen
3-6 John Petersen
3-7 Fróði Clementsen

Aksel Berg – Hanus Mikkelsen, Fróði Clementsen, Herbert í Lon, Arnbjørn Danielsen – Johnny Samuelsen, Leivur Frederiksen, Mikkjal Thomassen, Jákup Martin Joensen Sjúrður Thomassen – John Petersen

Eyka: Agnar Højgaard
Fyrri dystur var 17. mai, tann seinni 25 mai

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan