Kærkomin sigur á Sandi
Mánadagur, 29. apríl 2013 19:46

 

Eftir óneyðuga tapið í Runavík, var neyðugt hjá 3.liði at fáa fult móti B71 á Sandi seinasta mikukvøld. Talan varð um ein sannførandi 4-1 sigur

 

Kappingin um fyrsta plássið í bólkinum er hørð, og neyðugt er at hvønn dyst, sum eftir er. Fyrireikingarnar til dystin á Sandi vóru ikki tær bestu, tí einans 11 leikarar vóru við hesaferð. 3.lið hevði heldur ongan málmann, so Magni á Lakjuni var millum stengurnar í fyrra hálvleiki, meðan Arnbjørn Danielsen vardi málið í seinnna hálvleiki.

Við góðum stríðsvilja allan dystin, var sigurin ongantíð í vanda. Miðvøllurin við Klæmint Matras, Jákup Martini Joensen og Jan Guttesen setti seg á dystin alt fyri eitt, og við tveimum málum, tað fyrra ein sonn perla, frá Klæminti Matras, runnu sandoyingar aftan á nærum allan dystin á tamb.

3. lið hevur tveir dystin eftir í bólkaspælinum. Tann fyrri móti Giza/Hoyvík verður mánakvøldið klokkan 21, tann seinni komandi leygardag móti oddaliðnum NSÍ. Fyri at vinna seg víðari skal 3. lið vinna báðar dystirnar, ið eftir eru, tí tað er bara fremsta liðið í bólkinum, sum við vissu vinnur seg víðari.

Mikukvøldið 24. apríl:

B71-B36 1-4 (0-2)
0-1 Klæmint Matras
0-2 Klæmint Matras (br)
0-3 Magni á Lakjuni
0-4 Bogi á Borg
1-4

Magni á Lakjuni - Rúni Høgnesen, Fróði Clementsen, Theodor Larsen, Arnbjørn Danielsen – Páll Holm Johannesen, Jákup Martin Joensen, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Bogi á Borg – Johnny Samuelsen

Leygardagin 13. apríl:
NSÍ-B36 4-3 (1-3)
1-0
1-1 Jens Kristian Hansen
1-2 Mikkjal Thomassen
1-3 Johnny Samuelsen
2-3
3-3
4-3

Tróndur Vatnhamar – Páll Holm Johannesen, Fróði Clementsen, Jens Kristian Hansen, Rúni Høgnesen – Johnny Samuelsen, Mikkjal Thomassen, Jákup Martin Joensen, Árni G. Nielsen, Magni á Lakjuni – Tórálvur Poulsen

Eyka: Uni Holm Johannesen, Egin Høgnesen og Vinjard Guttesen

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Argir

    
    fríggjadagin 22. juni kl

  -----------------

2. deild menn

 07 Vestur - B36 - leygard. 23.06 kl.

  -----------------

U21 dreingir

AB - B36 - mánad 18.06 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála - sunnud. 24.06 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, HB-B36 2-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan