3. lið væl frá byrjan
Mánadagur, 01. apríl 2013 07:49

 

 

Triðja lið hjá B36 hevur fingið eina góða byrjan. Í fyrsta landskappingardysti í ár vunnu royndu harrarnir heili 5-1 á B71 leygardagin. Eyðsýndur styrkismunur var á liðunum, og hóast okkara menn ikki eru í bestu dystarvenjing so tíðliga í kappingarárinum, var sigurin ongantíð í vanda.

 

Triðja lið hjá B36 er í stóran mun mannað við gomlum stjørnum hjá felagnum, sum í mong ár vóru millum størstu profilarnar á besta liðnum hjá B36. Spennandi verður at fylgja við, hvussu langt 3. lið fer at røkka í ár.

Komandi dystur verður næsta vikuskifti móti Giza/Hoyvík C.

B36-B71 5-1 (2-1)

1-0 Tórálvur Poulsen
2-0 Páll Holm Johannesen
2-1
3-1 John Petersen
4-1 John Petersen
5-1 Magni á Lakjuni

Egin Høgnesen – Rúnar í Lon Jacobsen, Herbert í Lon, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen – Páll Holm Johannsen, Jákup Martin Joensen, Johnny Samuelsen, Tórálvur Poulsen- Magni á Lakjuni, Fróði Clementsen

Eyka: Uni Holm Johannesen og John Petersen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan