2. lið vann oddadystin
Skrivað av Jákup Mørk   
Týsdagur, 08. mai 2012 21:03

Leygardagin tóku okkara næst bestu ímóti Undrinum, sum undan dystinum var oddalið við fullum stigatali - tað eru teir ikki longur



Veðrið var gott - og líkindi til fótbóltsspæl vóru góð. Tað var eisini gott fótbóltsspæl at síggja hendan dagin. Serliga í fyrra hálvleiki spældu okkara sera væl, og tað tóktist sum Undri rann aftaná mest sum allan fyrra hálvleik. Serliga var tað skjóta avleveringsspælið hjá B36, og skjóta umstillingin til verju, sum gjørdu tað trupult hjá útiliðnum.
Eftir at eitt korter var leikt, bleiv Magni á Lakjuni feldur í brotsteiginum, men tíverri brendu vit brotssparkið.

Eftir lítlan hálvan tíma bragdaði endiliga, og hetta var fult í tráð við leikgongdina. Hørður Askham sendi eina stikning ígjøgnum verjuna til Magna sum gjørdist púra leysur og gamli málrevurin sveik ikki alitið. Okkara hildu á at trýsta, men í seinastu minuttunum fekk útiliðið sín fyrsta veruliga møguleika, og hendan gagnnýttu teir, og so stóð heldur ófortjent 1-1 í hálvleikinum!

Ì seinna hálvleiki var spælið meira rótut, liðini bæði tóktust heldur ótolin. Og vit skuldu heilt til 80.min. áðrenn nakað mál kom, men tað var eisini ein sonn perla. Hørður Askham sendi eitt vælplaserað skot í handara horn úr 20 metrum, og málverjin kundi bara eygleiða.
Seinastu løtuna royndi Undri at trýsta, og hetta gav úrslit í hinum endanum. Eftir eitt vælspælt álop endaði bólturin fyri føturnar á Jákup T. Joensen sum kundi skora sítt 7 mál í 5 dystum í ár - Hetta málið hevði við sær, at 19 ára gamli vongspælarin er toppskjútti í 2.Deild, nú 5 umfør eru leikt.

Við sigrinum liggja okkara fremstir í 2.deild. Næsti dystur er leygardagin í Gundadali ímóti Giza/Hoyvík.

Støðan í 2.Deild kann síggjast her:
http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=51

Tað tykist sum vit hava eina góða blanding ímillum ungar og eldri leikarar í ár. Leikarnir sum stóðu fyri sigrinum leygardagin kunnu síggjast her:
http://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=14356&pid=


 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Podgorica

 
    hósdagin 19. juli kl.

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan