Óvissan ráddi í vindinum
Skrivað av Jákup Mørk   
Sunnudagur, 29. apríl 2012 08:43


Sjálvandi er eitt stig betri enn einki. Tað kendist kortini sum, at okkara næstbestu, ið fingu útjavnandi málið fimm minuttir fyri leiklok, taptu tvey stig á Argjum hesaferð



Úrslitið var 2-2, tá næstbestu liðini hjá AB og B36 hittust á vøllinum inni í Vika.
Vindurin darvaði spælinum nógv. Liðini vístu aldrin nakað samanhangandi fótbóltsspæl, og dysturin var rótutur við nógvum nærdystum. Óvissan ráddi, snøgt sagt.
B36 kom á odda stutt fyri steðgin, tá 40 ára gamli Jens Kristian Hansen sendi bóltin inn fyri málið. Málverjin hjá AB varnaðist ikki Jákup Toftum Joensen, sum kom stórleypandi við aftaru stong. Hann stýrdi bóltinum í málið við høvdinum.

Heimaliðið svaraði aftur við tveimum málum í seinna hálvleiki, áðrenn Johnny Samuelsen skjeyt okkum upp á javnt. Tað var eftir gott uppspæl í høgru, at bólturin endaði fyri føturnar á framherjanum. Hann var knappur og flúktaði, áðrenn bólturin kom niðurat. Sami Johnny Samuelsen var um at gerast dagsins hetja í seinastu sekundunum, men skotroyndin brast í stongina.
Úrslitið var eitt skot fyri bógvin. Vóru vit meira nærlagdir høvdu øll trý stigini komið við aftur í B36-húsið. Undrið er nú einasta liðið við fullari úrtøku fyri fýra dystir, 12 stig. B36 er nummar tvey við 10 stigum.
Enn ein dystur er liðugur, nú byrja fyrireikingarnar til tann næsta. Komandi leygardag verður oddadystur, tá B36 og Undrið bresta saman í Gundadali.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Podgorica

 
    hósdagin 19. juli kl.

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan