2. lið liggur á odda

Næstbesta mansliðið hjá B36 hevur fingið eina fantastiska byrjan uppá kappingarárið og liggur á odda eftir fýra dystir. Mikukvøldið vunnu ungu menninir heili 5-2 á 07 Vestur. Tóki á Lofti skoraði trý, og Árni G. Nielsen fekk tvey mál

 

Fult stigatal eftir fýra dystir og 18 mál skotin. Hetta er status hjá 2. liði, nú kappingin er farin í gongd. Mikukvøldið vitjaðu vágamenn, og teir fóru heim við ongum.

Árni G. Nielsen legði B36 á odda við tveimum málum, tá hann tvær ferðir setti innaru síðu á bóltin inni í brotsteiginum. Tóki á Lofti økti til 3-0, tá hann sera hegnisliga lobbaði bóltin uppum málverjan úr spískum.

Hóast aftanfyri 3-0 løgdu vágamenn hart út í 2. hálvleiki, og teir høvdu minkað um munin til 3-2 longu eftir 20 minuttir.

Síðani fekk B36 eitt brotsspark, sum Tóki setti í netið, og tá fór luftin úr vágamonnum. B36 fekk enn eitt brotsspark lítla løtu seinni, og tað setti Tóki eisini trygt í netið til endaligu støðuna 5-2.

 

B36-07 Vestur 5-2 (3-0)

1-0: Árni G. Nielsen

2-0: Árni G. Nielsen

3-0: Tóki á Lofti

3-1: Sigtór A. Petersen

3-2: Jovan R. Panic br.

4-2: Tóki á Lofti br.

5-2: Tóki á Lofti br.

 

Liðið: Jákup Højgaard – Rúni Høgnesen (liðf.), Benjamin Heinesen (Johnny Samuelsen), Stefan í Skorini, Sandri Færø – Julian Johansen (Magnus Berg Lund), Heini í Skorini, Árni G. Nielsen – Høgni Midjord (Uni Holm Johannesen), Tóki á Lofti, Gestur B. Dam

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan