Stríðsandi og trý dýr stig
Leygardagur, 31. august 2013 11:53

Við níggju monnum vunnu vit trý stig, men prísuin var tvey leikbann

 

Seinasta sunnudag dystaðust næstbestu liðini hjá B36-KÌ í Gundadali.

 

Einki umfar var í Effodeildini, og tí var talan um tvey sterk lið. Hjá B36 vóru Hørður Askham og Robert H. Brockie við á liðnum, ímeðan KÍ hevði leikarar sum Kristoffur Jakobsen, Oddmar Marsten, Gunnar Christiansen, Heðin Klakstein og Ìsak Simonsen, ið annars plaga at vera fastir fúsar á besta liðnum.

 

Talan gjørdist um eina dreymabyrjan fyri B36, og var fyrri hálvleikur kanska nakað av tí besta, sum liðið hevur víst frameftir á vøllinum í ár.

 

Einans tveir minuttir vóru leiktir, tá Sandri Færø við hørðum innleggi fann toppskjúttan í 1.Deild Tóka á Lofta, sum kaldur setti innaru síðu á, og so var 1-0. Høga trýstið sum B36 legði á KÍ tóktiskt at rigga, og óróð var á KÍ liðnum, serliga íverjuni, og í 7.minutti missa teir ein bólt og royna at trekkja offside, men endin var at Benjamin Heinesen gjørdist púra leysur saman við Tóka. Liðið kemur fremst av øllum, og tað vísti Benjamin við at trilla bóltin til Tóka sum setti hann trygt í netið.

Eftir hetta var eitt hav av møguleikum, og var rætta støðan í hálvleikinum kanska 6-2. Men tíverri fyri okkara viðkomandi fingu vit eina útvísing, hetta eftir at Robert Heðin fyrst fekk gult kort í 35.minutti, og síðan ger eitt lítið fríspark 4 minuttir seinni og verður rikin av vølli. Linjan var løgd - hildu vit í øllum førum.

 

Tað ið restaði vóru ikki nógvir møguleikar, men áðrenn hálvleik tilskilaðu bæði Heðin og Gunnar hjá KÌ sær gul kort. Ì seinna hálvleiki gjørdi báðir tveir nógv fríspark, og summi vóru avgjørt til gul kort, men dómarin tóktiskt ikki áhugaður.

KÍ minkar um munin eftir 66.minuttir, eftir at Bárður Hansen er fyrst á einum returbólti. 10 minuttir seinni kemur útjavnandi málið, tá Gunnar Christiansen lyftir bóltin uppum B36 málverjan. Nú fór fullmannaða KÌ liðið eftir øllum, og kanska var tað júst tað, ið gav B36 møguleikan. 

 

Rasmus D. Sørensen vinnur ein nærdyst við verjuleikaran John Daniel, og gerst púra leysur. KÌ leikarin velur neyðbremsuna, og verður tískil eisini útvístur.

 

Í 87.minutti verður Hørður feldur, og í irritatión stingur hann beinið út eftir mótstøðu leikara og fær beinleiðis reytt kort. Við 10 monnum ímóti 9 gerast Klaksvíkingarnir enn einaferð sera grammir, og hetta endar við, at Àrni G. Nielsen við framúr avlevering sendir Rasmus púra frían við Gunnar á Steig, og ísakaldur sendir Rasmus bóltin dygst við stólpan í 92.min til støðuna 3-2 !!

Tó at dómarin einans legði 2 minuttir afturat, so valdi hann at leggja 4 minuttir omaná, so talan bleiv um 6 eykaminuttir, og fólk stóðu spyrjandi. Tíbetur kláraðu ungu mennirnir og Milan Kuljic, at ríða bylgjuna av, og kundu at enda fegnast um tey trý stigini.

 

At vinna dystir í slíkum støðum, er ikki nakað man sær hvønn dag, og hetta ber heilt vist boð um, hvat okkara ungu menn eru gjørdir av, og tað eiga teir stórt rós fyri. At sigurin ikki bleiv feiraður sum aðrir, komst tó av, at fremstu miðverjarnir í felagnum vóru riknir av vølli, og kunnu tískil ikki leika næsta effodystin, sum er ímóti grannunum.

 

Grundgevast kann fyri, at bæði reyðu kortini kundu verið givin, samstundis sum tey eisini kundu útloyst eina ávaring, men tá dómarin so hevur lagt eina linju, so er keðiligt, at hon ikki verður hildin yvir allan dystin.

 

Liðið liggur í løtuni á einum 5. plássi, og elta teir í løtuni uppflytingaraspirantarnar úr FC Suðuroy og Skála. E3 stig eru upp til Skála, meðan 4 stig eru upp til Fc Suðuroy.

 

Til ber at síggja støðuna á www.Faroesoccer.com

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan