Bastu oddaliðnum
Fríggjadagur, 23. august 2013 13:02

Mikukvøldið brustu grannarnir úr HB og B36 saman í 1.Deild, og gjørdist talan um ein sera undirhaldandi dyst

 

 

Beinanvegin gjørdist greitt, at bæði liðini vildu vinna dystin. B36 var spælstýrandi, men HB vóru farligir í kontrafasunum. HB legði seg longu á odda eftir tveimum minuttum, eftir at eitt frísparksinnlegg fann pannuna á einum HB leikara, og okkara tóktust ikki heilt vaknaðir. B36 tók tó yvir, og eftir 12. min. var tað toppskjúttin í deilduni, Tóki á Lofti, sum javnaði fyri B36, hetta eftir gott spæl í høgru síðu, sum endaði við, at Tóki smekkaði til úr spískum uppundir nettakið, og har var einki at gera hjá landsliðsmálverjanum Hans Jørgensen.

Lítla løtu seinni gjørdist 2-1 til okkara. Eitt innkast í høgru endaðo við at Milan Kuljic kom at standa væl, og við vinstra beini var hann eiðasørur og smekkaði bóltin í netið.

HB javnaði eftir 25. min. eftir ein feil í uppspælinum hjá B36, har HB leikari kom ímillum og fekk spælt ein púra leysan Jógvan Skeel, ið smekkaði bóltin í netið til 2-2.

B36 hevði bóltin mest av tíðini ið var eftir, men einki mál kom avtrat fyri hálvleik.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður tá B36 fekk reytt kort og misti ein mann, og máttu harvið leika við 10 monnum útvið allan seinna hálvleik.

Lìtið var at ivast í, at nú fór brekkan at gerast tung, men lítla løtu eftir útvísingina fangar Tóki á Lofti ein bólt frá HB verjuni, og eftir at hann hevði snýtt ein HB verjuleikari smekkaði hann levurkúluna í netið úr 18m við vinstra beini. Eitt sera flott einmansavrik av Tóka, ið møguliga kann gerast ein spennandi leikari fyri felagið.

 

Eftir hetta tóktiskt HB liðið at fara í panikk, og lítið av fótbóltsspælið var at síggja teir 40 min. í restaðu í. B36 lá aftarliga og vardi fyri, ímeðan HB legði langar bóltar fram í feltið, men her vóru okkara á heimabana, tí allir 4 mans í verjuketuni eru upprunaliga miðverjuleikarar, og sera sterkir í luftini, og tískil var sjáldan vandi á fer, hinvegin skapti B36 fleiri møguleikar við kontraálopum, men megnaðu ikki at avgera dystin. Ìmóti dystarenda var líka við at enda galið, tá ein verjuleikari misti bóltin, og Pál Mohr Joensen hjá HB gjørdist púra leysur við Jákup Højgaard, men Jákup, ið stóð ein góðan dyst, bjargaði væl og gjørdi sítt til at B36 kundi halda sína leiðslu.

Tað var ein øgiligur fagnaður, og trýstið lætnaði øgiligt tá dómarin, Petur Reinert, bríkslaði av á seinasta sinni. B36 hevði vunnið ímóti toppliðnum HB, við 10 monnum, sera flott.

 

Merkisvert var, at allir leikarar kempaðu alt teir áttu, tosaðu væl saman og stóðu væl á vøllinum. Halda teir fram við hesum, so er nógv gott í væntu næstu árini.

 

Við sigrinum liggur 2.lið nú 4 stig eftir uppflytingarkandidatarnir Skála og Fc Suðuroy, so heilt hava vit ikki slept teimum alíkavæl.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan