Full ferð á 1. deild
Hósdagur, 27. juni 2013 08:38

Tað gongur sum eftir ánni hjá næstbesta liðnum, sum leygardagin hevði vitjan av Víkingi. Undan dystinum var B36 2 stig frammanfyri Víking

 

27.Apríl spældu liðini í Leirvík. Ta ferðina gjørdist úrslitið 1-1, eftir at vit vóru á odda meginpartin av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Víkingi at vinna eitt brotsspark í yvirtíðini og harvið javna til 1-1.

Hesaferð var eingin ivi um úrslitið. B36 vann ein greiðan 5-1 sigur. Hálvleiksstøðan var 1-0, men okkara settu veruliga ferð á í seinna hálvleiki.

Tóki á Lofti skeyt hattrick, og er hann nú toppskjútti í deildini við 12 málum. Rasmus Dan Sørensen skeyt málið til 2-0 eftir upplegg frá Sandri Færø. Í tíðini dómarin hevði lagt afturat, skoraði Milan Kuljic seinasta málið í dystinum, tá hann úr 18m plaseraði bóltin dygst í handara horn - eitt sera flott mál.

Milan hevur leikt 4 dystir fyri næstbesta liðið, og hann hevur eisini skotið 4 mál.

 

Komandi leygardag verður seinasta umfar, áðrenn 1.Deild fer í summarfrí. Okkara menn spæla sera áhugaverda uppgerð í Vági ímóti FC Suðuroy. Við kæruni ímóti KÍ kemur FC Suðuroy uppá 26 stig, bert 1 stig aftanfyri okkum. FC Suðuroy skal tískil vinna ímóti B36 leygardagin fyri at koma á uppflytingarpláss. Hinvegin má sigast, at FC Suðuroy hevur als ikki ráð at tapa hendan dystin.

Seinasti dysturin millum liðini endaði við 5-1 sigri til B36 í Gundadali. Ta ferðina var liðið styrkt við m.a. Hørðuri Askham og Gilla Sørensen.

Tískil verður verður tann mest áhugaverda uppgerðin í 1. deild komandi vikuskifti í Vági. Spennandi verður, um okkara ungu menn fara at klára at taka dystin upp við uppflytingaraspirantarnar.

 

Støðan í 1.Deild kann síggjast her.

 

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan