Aftur á rættkjøl
Fríggjadagur, 21. juni 2013 07:21

Tað svart út, 2. lið hjá monnum vitjaði við Margáir á Sundalagsstevnu. Eftir bert eitt korter var 2-0 til heimaliðið, men okkara menn megnaðu at venda dystinum til ein 3-2 sigur og fingu steyp til ognar. Tóki á Lofti (2) og Milan Kulic stóðu fyri málunum

 

Eftir at stígur var komin í hjá næstbesta mansliðnum við tveimum tapum á rað, so er vend aftur komin í, og liðið liggur í løtuni á triðja plássi í 1. deild.

Dysturin leygardagin fekk eina sera keðiliga byrjan. Longu eftir fýra minuttir bróta teir ígjøgnum í høgru og síðani sleppur ein EB/Streyma leikari ótarnaður at seta innarusíðu á innleggið. So var 1-0. Bert tíggju minuttir seinni var aftur galið. Ein áleypari verður spældur leysur og trillar framvið Jákupi í málinum.

Ein chok-byrjan og menn vóru rættiliga í villareið. Men spakuliga kom meira skil á spælið, og menn fóru at stríðast fyri sakini.

Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk B36 brotsspark. Milan spældi bóltin út í vinstru til Stefan, sum legði innfyri aftur til Milan, sum síðani varð feldur í brotsteiginum. Tóki á Lofti er fastur straffiskjútti, og hann legði bóltin trygt í netið. Hetta gav okkara monnum vón til seinna hálvleik.

Og vit settu okkum eisini á spælið frá byrjan. Miðskeiðis í seinna hálvleiki breyt Tóki ígjøgnum í vinstra borði og legði út frá til Milan, ið javnaði til 2-2. Tíggju minuttir seinni kom sigursmálið. Tóki rundaði ein verjuleikara, setti beina kós móti málinum og við einum væl plaseraðum skoti í handara síðunet skoraði hann til 3-2.

EB/Streymur royndi at trýsta seinastu løtuna, men okkara menn hildu fast. Hetta var stevnudystur, og tí fingu vit bæði eina talu frá borgarstjóranum á Eiði umframt eitt steyp til ognar. Tað er ikki á hvørjum degi.

Nú eru tveir dystir eftir áðrenn summarsteðgin. Fyrst er tað Víkingur á heimavølli leygarkvøldið og so FC Suðuroy í Vági.

 

EB/Streymur – B36 2-3 (2-1)

1-0: Hanus Olsen

2-0: Hans H. Ejdesgaard

2-1: Tóki á Lofti, br.

2-2: Milan Kulic

2-3: Tóki á Lofti

 

Liðið: Jákup Højgaard – Hans Jacobsen, Karl Martin Danielsen, Ámund Nolsøe, Stefan í Skorini – Heini í Skorini, Árni G. Nielsen, Patrick Larsen (Benjamin Heinesen), Milan Kulic, Tóki á Lofti – Bogi Hermansen (Rúni Høgnesen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan