3. lið framvegis fult stigatal
Hósdagur, 20. juni 2013 11:33

3. lið hevur fyrstu fimm dystirnar í meistarabólkinum kveistrað alla mótstøðu til viks. Higartil eru allir fimm dystirnir vunnir, og eldru garparnir liggja einsamallir á odda í deildini. Leygardagin vunnu vit ein tryggan 3-1 sigur á Giza/Hoyvík í Gundadali, og vikuskiftið undan vunnu okkara menn ein tepran 1-0 sigur á útivølli móti 07 Vestur

 

Tað er møtimikið at spæla dyst hvørt vikuskifti, tá ið hugsað verður um, at stóri partur av liðnum eru familjumenn. Hetta merkir, at tað hvønn dyst er ein ávís útskifting á liðnum. Ein skjót uppgerð vísir, at heili 37 leikarar hava spælt við 3. liði í ár. Kortini hevur gingið sum eftir ánni. Fyrst vunnu okkara menn bólkaspælið og liggja ovast í endaspælinum. Tveir dystir eru eftir til summarsteðgin.

Støðan í 3. deild kann lesast her: http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=883

 

Leygardagin 15. juni

B36 – Giza/Hoyvík 3-1 (3-0)

1-0: Magni á Lakjuni

2-0: Carl Eli Nolsøe Samuelsen

3-0: Jan Guttesen

Magnus E. Poulsen – Fróði Clementsen, Herbert í Lon, Jens Kristian Hansen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Páll Holm Johannesen, Rógvi Róin, Jan Guttesen, Jákup Martin Joensen, Magni á Lakjuni- Johnny Samuelsen

Eyka: Egin Høgnesen, Hanus Mikkelsen, Djóni N. Joensen og Agnar Højgaard

Leygardagin 8. juni

O7 Vestur-B36 0-1 (0-1)

0-1: Agnar Højgaard

Magnus E. Poulsen – Hanus Mikkelsen, Egin Høgnesen, Jens Kristian Hansen,  Gudjón Gudjohnsen – Páll Holm Johannesen, Rógvi Róin, Djóni N. Joensen, Johnny Samuelsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Regin Arge

Eyka: Kári Johansen, Agnar Højgaard og Bogi Øster

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan