Hart arbeiði gav eitt stig á Toftum
Týsdagur, 21. mai 2013 07:38

 

1. deildarliðið hjá B36 spældi leygardagin málleysan javnleik ímóti B68, sum undan dystinum fremst í deildini. Hetta var eitt góðkent avrik á útivølli ímóti stórfavorittinum í deildini

 

Tað var eitt illa mannað B36 lið, sum fór inn á Toftir í góðveðrinum leygardagin. Bert 11 leikarar vóru heilt klárir, so tað var ikki møguligt hjá venjaranum at gera nakrar útskiftingar, uttan so at tað stóð heilt illa til. Men tað eydnaðist tó at fáa annað stigið, hóast B68 óivað hevði bóltin meira og legði trýst á B36 málið.

Longu eftir tveir minuttir hevði B68 eitt gjøgnumbrot, sum kundi givið ábendingar um, at teir avgjørt ætlaðu sær øll trý stigini. Tann kviki vongurin Jónleif Højgaard fekk ein langan bólt innum verjuna, men Jákup bjargaði skotinum.

Fyri steðgin var tað B68, ið var spælstýrandi, men tað eydnaðist ikki at skapa opnar kjansir. B68 royndi seg við nøkrum langskotum, men Jákup hevði ikki stórvegis trupulleikar at málið reint.

Bestu royndina hjá B36 hevði Karl Martin Danielsen, sum við einum flúgvandi skallara mundi lagt okkara menn á odda, men teirra málverji bjargaði.

Eftir steðgin legði B68 alsamt meira fyri at skora sigursmálið. Teir vóru eisini meira nærgangandi eftir stegðin og skaptu eini tveir góðar møguleikar, men heimamenninir vóru ikki serliga neyvir í avgerandi løtuni.

Hinvegin gav hetta pláss til mótálop frá B36, og serliga Sandri Færø gav B68 verjuni høvuðbrýggj. Ta einu ferðina fangaði hann bóltin uttanfyri brotsteigin og sneiddi 2-3 leikarar av, áðrenn hann royndi seg við skoti, sum málverjin tó bjargaði.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 0-0, og hetta var fyrstu ferð, at B36 helt málið reint í 1. deild í ár. Hetta var eisini fyrstu ferð, at liðið ikki skoraði. Nú hevur liðið ikki tapt í sjey dystum á rað, og vónandi kann liðið etablera seg í ovaru hálvu av stigatalvuni.

Dagsins detalja: Stefan tekur fríspark á egnari hálvu og skal senda ein langan bólt niðan í álopið. Sendingin “viltist” tó á vegnum og endar í nakkanum á Karl Martin, ið stóð skamt hjá! Karl Martin lá sum keylan og mátti út at summa seg eina løtu, áðrenn hann kom aftur á vøllin, men tað nervaði hann ikki restina av dystinum. Hvør hevur brúk fyri fíggindum, tá man hevur slíkar vinir?

 

B68 – B36 0-0

Liðið: Jákup Højgaard – Benjamin Heinesen, Robert Heðin Brockie, Karl Martin Danielsen, Stefan í Skorini – Jákup Toftum Joensen, Árni G. Nielsen, Patrick Larsen, Tóki á Lofti, Sandri Færø – Bogi Hermansen

 

Samandráttur frá dystinum kann síggjast her.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan